Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyðimarkar blóman í Norðurlandahúsinum

Mikukvøldið 6. mars klokkan 19.30, verður filmurin Oyðimarkarblóman sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Atgongumerkið kostar 100 krónur.

Filmurin lýsir heilt framúrskarandi sonnu søguna um 13 ára gomlu Dirie úr Somalia, sum fór til gongu gjøgnum oyðimørkina fyri at sleppa undan at giftast gomlum tannleysum manni, sum pápi hennara hevði valt henni.

Waris Dirie visti, at skuldi hon sleppa undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað var at flýggja. Hóast hon bara var 13 ára gomul, gjørdi hon av at taka til rýmingar.

Filmurin lýsir hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu ferð hennara úr oyðimørkini í Somalia, burtur frá foreldrum, systkjum og lívinum sum nomadi, til eitt lív millum heimsins kendastu fotomodellir.

Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa og okkurt gott afturvið.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo

Aldursmark 15 ár.