Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyðimarkar blóman í Mentanarhúsinum

Hóskvøldið, 20. juni klokkan 20.00, verður filmurin Oyðimarkarblóman sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower eftir Dirie Waris. Tiltakið er eitt stuðulstiltak fyri ABC barnahjálp.

Tíðindaskriv

Filmurin lýsir heilt framúrskarandi sonnu søguna um 13 ára gomlu Dirie úr Somalia, sum fór til gongu gjøgnum oyðimørkina fyri at sleppa undan at giftast gomlum tannleysum manni, sum pápi hennara hevði valt henni.

Waris Dirie visti, at skuldi hon sleppa undan at giftast gamla manninum, hevði hon bara eitt at gera, og tað var at flýggja. Hóast hon bara var 13 ára gomul, gjørdi hon av at taka til rýmingar.

Filmurin lýsir hjartaskerandi lívssøguna um djørvu gentuna og ótrúligu ferð hennara úr oyðimørkini í Somalia, burtur frá foreldrum, systkjum og lívinum sum nomadi, til eitt lív millum heimsins kendastu fotomodellir.

Atgongumerki á kr. 80,00 fáast við dyrnar.

Í steðginum ber til at keypa ein drekkamunn og okkurt afturvið.

Aldursmark 15 ár.

ABC barnahjálp

Tlf.: 222585

abc@abc.fo

www.abc.fo