Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øvund og óseriøsitetur!

Eg hugsaði ikki at halda fram við hesum lítið uppbyggjandi samskiftinum við Jákup Mikkelsen í miðlunum. Men tá hann førir fram skeivar og sera óseriøsar upplýsingar um fakta í málinum, kenni eg meg noyddan at tala at enn einaferð. 

At útbyggja Tórshavnar havn hevur ongantíð verið mett at kosta eina milliard krónur, sum Jákup Mikkelsen førir fram, men 450 mió kr. Gamalt var, at fáur lýgur meira enn helvtina....

Tað er ikki Heðin Mortensen, sum einsamallur hevur sett á skrá hesa verkætlan, og tað er ikki gjørt fyri at niðurpína – hvørki Skálafjørðin ella Klaksvík. Tað var hinvegin eitt samt býráð, sum gjørdi av at bøta um møguleikarnar hjá vinnulívinum í Tórshavnar kommunu og teimum mongu, sum hvønn dag brúka umstøðurnar á Tórshavnar havn, fyrst og fremst tí at stórur tørvur er á hesum, og tí at vinnulívið eftirspyr betri umstøður, um verandi virksemi skal kunna halda fram og vaksa.

Tað er heldur ikki fyri at fjálga um kommunukassan í Tórshavn, tí hvør króna, ið verður vunnin av Tórshavnar havn, verður brúkt aftur at bøta um umstøðurnar á havnaøkinum, og kemur tí bara vinnulívinum tilgóðar.

Eg haldi tað hevði sømt seg betur, um løgtingslimurin Jákup Mikkelsen, heldur enn at niðurpína og tileinkisgera alt sum hendir í Tórshavn, viðurkendi, at Føroyar hava ein høvuðstað. Og saman við okkum, sum varða av at menna og styrkja høvuðstaðin, hevði verið við til at stuðla undir og fegnast um tey tøk, sum hóast alt verða tikin – ikki í mun til restina av Føroyum, men í mun til ta kapping, vit dagliga eru í við onnur lond í heiminum.

Á havnaøkinum í Tórshavn arbeiða í dag 700 fólk. Tað eru tí nógvar familjur, sum eru heftar at hesum inntøkum. Og tær kunnu gerast fleiri, um umstøður eru til at vaksa um hesi arbeiðspláss. – Tað er tað sum Tórshavnar býráð arbeiðir fyri.

At borgarar ivast og seta spurnartekin við eina so stóra verkætlan, tað er natúrligt, sunt og gott, tí at hetta er ein týdningarmikil liður í demokratisku spælireglunum – og tað fer helst at føra til, at verkætlanin verður enn betri, livst so spyrst. Men at vit enn í dag hava tingmenn, sum ikki blúgvast við at standa fram alment og prógva svart uppá hvítt, at teir eru so trongskygdir, og so lítið upplýstir um samfelagsviðurskifti, at teir trúgva, at um bert teir megna at jarðleggja framburð í einum øki, so førir tað til framgongd í einum øðrum øki, tað kann vera til óbótaligan skaða fyri Føroya land, tí tá er skjótt at venda framburði til hóttafall – ikki bara í Havnini men í øllum Føroyum.

Í Føroyum eru vit so vælsignað við náttúrutilfeingi, og vit liggja so væl fyri í mun til sjóflutning, at tað einasta, sum veruliga kann forða støðugari og burðadyggari mennig, er øvund, smáligheit og bygdaklandur. Eg veit væl, at danir hava eitt orðafelli um, at egin framburður er góður, men at vanlagna hjá øðrum er heldur ikki so galin, men tað er harmiligt, um tað veruliga er so, at vit eisini hava “lands”politikarar, sum ikki fata at hetta er sagt í speisemi.

Heðin Mortensen
borgarstjóri