Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óvirðilig viðferð av starvsfólkum á Posta

-Hettar er óvirðilig viðferð av starvsfólkunum og dømi um serstakliga vánaliga handfaring av starvsfólkaviðurskiftum. Posta hevur rætt og slætt ikki gjørt sítt heimaarbeiði.

Hetta sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum um uppsagnirnar og broytingarnar á Posta, sum skuldu setast í verk 1. februar. Men sum brádliga  vóru steðgaðar – ið hvussu so er fyribils – tí endaliga loyvið til at broyta postútberingina, sum er fortreyt fyri umleggingini, ikki var komið frá almenna eigaranum, Vinnumálaráðnum.
 
23 fólk boðsend
Tilsamans 23 starvsfólk høvdu fingið boð um at møta til samrøðu á Posta tann 31. januar. Tá ið 4 starvsfólk høvdu fingið boð um, at tey vóru uppsøgd ella skuldu niður í tíð, var øll tilgongdin brádliga steðgað. Úr Vinnumálaráðnum komu skundboð um at steðga tilgongdini, tí aðalaráðið hevði ikki givið formliga loyvið at broyta postútberingina.
 
-Í hesum hurlivasa sóu summi ongan annan møguleika enn at góðtaka fráboðaðu uppsagnirnar og broytingarnar. Tey fingu at vita, at talan helst bert var um at útseta broytingarnar og uppsagnirnar og sóu tí einki endamál við at útseta pínuna. Onnur, sum stóðu á listanum og høvdu fingu fundarboð, vita framvegis ikki um tey eru keypt ella seld. Soleiðis fert tú ikki við tínum starvsfólkum. Hettar er ikki virðiligt.
 
- Tilgongdin við at kalla fólk inn og at fráboða uppsagnir og broytingar skuldi jú ongantíð verið sett í verk fyrr enn tey formligu loyvini vóru fingin í rættlag.  Leiðslan á Posta gjørdi rokning uttan vert, sigur Súni Selfoss.
 
Sjón fyri søgn
Løgtingið samtykti fyrr í ár at geva heimild at fara undir eina tilgongd at selja partapeningin í P/F Postverki Føroya. Starvsmannafelagið hevur í hesum sambandi undirstrika týdningin av, at starvsfólkaviðurskiftini verða væl viðgjørd, og at tilgongdin ikki skapar ófrið á stovninum.
 
-Hettar málið átti at givið okkara politikarunum nakað at hugsa um. Samgongan hevur givið grønt ljós til at privatisera Posta, og vit hava illgruna um, at leiðslan í fyritøkuni nú hevur tjóvstartað tilgongdina og er farin at trimma fyritøkuna og skera burturav henni, so at hon er snikkað til komandi keyparar. Men fólkini, sum nú skulu sparast burtur hoyra júst til tann partin, sum kemur undir veitingarskylduna hjá fyritøkuni, sigur Súni Selfoss, sum heldur at almenni eigarin eigur at vera á varðhaldi.
 
-Eg haldi at landsstýrið og tey, sum herfyri góvu grønt ljós til privatiseringina eiga at fylgja væl við tí, sum hendir. Vit mugu ikki gloyma, at enn er eingin avgerð tikin um at selja P/F Postverk Føroya. Enn eiga vit skattaborgararar Posta, og leiðslan í fyritøkuni eigur ikki at sleppa at bera seg at sum um Posta longu er selt, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
 
Enn er óvist nær ella um ætlaðu uppsagnirnar og broytingarnar á Posta verða settar í verk. Vinnumálaráðið hevur ikki givið neyðuga loyvið enn.
 
Myndatøka: Jens Kr. Vang