Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ovastevnan er ikki partapolitisk

Tað eydnaðist herfyri bæði at fyriskipa og halda ólavsøkuna í bestu semju uttan trupulleikar - og uttan partapolitikk. Tað vóru nógvir hundraðtals einstaklingar við í hesum arbeiði, umframt stovnar, fyritøkur og okkara egna fyrisiting.

Í lutfalli skuldi verið einfalt eftirsíðan at skipa ovastevnuna. Men tað er í veruleikanum ikki so einfalt, tí eisini her liggur eitt øgiligt arbeiði aftanfyri. Mest eru tað einstaklingar og felagsskapir, men sum vant er tað okkara umsiting, sum leggur til rættis neyðugu karmarnar.

Í míni tíð sum býráðslimur og borgarstjóri hevur ikki verið vanligt at blanda partapolitikk upp í tílík felags átøk, har oftast alt býráðið er púra samt um at lata fyrisitingina leggja karmarnar til rættis til feløg og einstaklingar at fylla út í.

Tí harmar tað almikið at síggja grein hjá Jákup av Skarði í miðlunum, har hann beinleiðis ger ovastevnuna til eitt politiskt evni í sambandi við komandi kommunuvalið - og tilskrivar sínum egnu floksfeløgum í Tjóðveldi eina og aleina heiðurin fyri øllum, sum hevur verið Nólsoynni at bata. Kann ikki hugsa mær, at floksfelagar hansara eru fegnir um hetta.

Alt arbeiðið, gjørt er í Nólsoy síðan samanleggingina, er eitt úrslit av breiðum politiskum semjum, og tað er uttan mun til um vit tosa um sigling, bátabrúgvar, asfalt, kloakkering og hundrað onnur mál, sum m.a. er tikin upp á huga- og hugnaligum borgarafundum í Nólsoy.

Arbeiðið í Tórshavnar býráð er ikki serliga partapolitiskt og hevur aldri verið tað. Á serliga mentanarliga økinum hevur vanliga verið semja um, at vit røkka longst við at draga somu línu. Í øllum mentanarligum arbeiði hjá okkum gera vit breiðar politiskar semjur, okkara stóra umsiting arbeiðir síðan við kørmunum, sum borgarin síðan fyllir.

Tað harmar meg almikið, um menn nú missa stevið og vit heilt missa taktina, bara tí onkur heldur seg kunna fáa politiskan løtuvinning burturúr hiðan og til valið. Tað vænti eg fer at miseydnast. Tí soleiðis spælir klaverið ikki – heldur ikki tað mentanarliga.

Heðin Mortensen

borgarstjóri