Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ótryggleiki fyri 16 milliónir

Eg havi tí sett landsstýriskvinnunum i heilsumálum og fíggjarmálum fyrispurningar eftir grein 52a í tingskipanini, fyri at royna at tryggja, at skaðin ikki hendir

Tíðindaskriv

Undirritaði meti, at tann ótryggleiki, ið er skaptur, nú tað knappliga vísir seg, at 16 milliónir resta í, til tess at Landssjúkrahúsið bara so mikið sum kann halda tørn, uttan at skerja tænasturnar og  siga fólk úr starvi, stendur í himmalrópandi andsøgn til tær politisku ætlanir, sum øll politiska skipanin annars hevur fyri heilsuverkið. Hetta kann vera oyðileggjandi fyri tann jaliga hugburð, og tað áræði, ið annars so smátt vóru at hóma.

Eg havi tí sett landsstýriskvinnunum i heilsumálum og fíggjarmálum fyrispurningar eftir grein 52a í tingskipanini, fyri at royna at tryggja, at skaðin ikki hendir og fyri at skunda undir, at vit skapa eitt betri arbeiðslag, sum kann vera við til at tryggja veruliga politiska stýring og venda gongdini.  

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður