Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ósympatiskur sum altíð

Tendraði Sjónvarpið millum kl. 1500-1530 í gjár, og vísti tað seg, at Jákup Mikkelsen hevði orðið. Tað løtuna eg lurtaði var eittans mál á skránni, og tað var formaður Javnaðarflokksins ið persónliga var viðgjørdur á løgtingsins røðarapalli av Jákup Mikkelsen. 

Men tá formaður Fólkaflokksins á Løgtingi var liðugur at niðurgerða formann Javnaðarflokksins fekk eg gjøgnum formannin eina hylling av, at tað vóru komandi karmarnir íð vóru á skránni. Má siga sum er, at av øllum løgtingsumboðum, so er tað eittans umboð ið undirritaði eins og mong onnur hava lítla og onga virðing fyri, og tað er júst Jákup Mikkelsen Um sama mundið sum hann av øllum alvi royndi at niðurgerða persónin Aksel V. johannesen setti formaður Tjóðveldisflokkin J.M. ein fyrispurning, hvørja viðmerking hann hevði til at Samgongan hevði tikið 600 milliónir krónur burtur úr framtíðar búskapið um árið, og brúkt tær her og nú til at pynta uppá fíggjarlógirnar hetta valskeiðið.

Honum líkt, so svaraði hann als ikki uppá fyrispurningin frá frá Høgna Hoydal,men stóð og møsnaði sum eitt skítbýtt, tað tíðina ið hann hevði fingið frá formanninum til at svara fyrispurninginum. Aftaná endurtók Eyðgunn Samuelsen fyrispurningin hjá Høgna Hoydal. Aftur stóð Jákup Mikkelsen og møsnaði um okkurt heilt annað, í staðin fyri at svara fyrispurninginum.

Annars sær tað nærum út til, at formaður Fólkaflokksins á Løgtingi hevur fingið Javnaðarflokkin uppá heilan. Enntá av løgtingsins røðarapalli, har hann ákærdi Javnaðarflokkin at standa aftanfyri herferðina, at hjálpa teimum familjum sum vóru fíggjarliga illa fyri. Hetta vísur bert tann hugburð hann hevur til hetta mál, tí sum øll vita, so vóru tað einstaklingar sum ópolitiskt tóku seg saman og stovnaðu Í menniskjum góður tokki.

Í somu politisku øði, eisini av Løgtingsins røðarapallið legði hann so eftir Eiriki Lindenskov blaðstjóra, tí hesin í eini óheftari veljarakanning hevði ditta sær til, at viðmerkja Aksel V. Johannesen sum Løgmann aftaná eitt komandi val. 

Meðan øll onnur vanlig fólk eru greið yvur, at hetta bert er ein kanning ið ið lýsur politisku støðuna júst teir dagarnar í kanningin fer fram, so er Jákup Mikkkelsen um at gerast heilavillur av eini heilt vanligari veljarakanning. Men í alllari neyðini so kundi frøðast um, at Javnaðarflokkurin var gingin aftur sambært veljarakanningini frammanundan.

Um nevnda veljarakanning hevði havt sitandi Løgmann sum tann stóra vinnaran, so ivist eg onga løtu í, at Eirikur Lindenskov hevði kosið sitandi løgmann, til hetta embætið eisini aftaná løgtingsvalið, men framvegis so er tað bert ein veljarakanning.

Má siga sum er, so havi eg einki ímóti at lurta eftir øllum sum manna okkara løgting. Men eitt undantak er, tá Jákup Mikkelsen tekur orðið. So tað einasta eg fekk við av orðaskiftinum í dag, var tann vanliga persónliga útspillingin hjá Jákup Mikkelsen av tí sera sympatiska og eftir øllum at døma væl dámda politikarnum Aksel V. Johannesen. Aftaná tað sløkti eg Sjónvarpið og fór til arbeiðis. Tað var tað lagnunar speisemi, at tað einasta umboð sum eg hoyrdi av talarastólinum í dag, var tann politikkarin sum eg ongantíð orki at lurta eftir, tí hann hevur nakar óreint yvur sær mótvegis sinum samstarvsfeløgum á Løgtingi.

Frank Davidsen