Øssur sjeyti
Góði Øssur.
Tá eg hugsi um teg, tykkum og Kristnastovu, so er tað sum at koma heim.
Hetta er sagt í 2. persóni í eintali og fleirtali – eitt sindur skiftandi. Tú og Susan eru eitt, og tú kundi ikki havt hesa tænastu uttan Susan og øvugt. Takk fyri, at tit hava lagt gávur, tíð og hjartablóð í hesa tænastu at skapa eitt lestrarumhvørvi á kristnum støði í Keypmannahavn. Susan, tú kanst lætt koma í skuggan í hesum verkinum; men tú ert eingin skuggaplanta. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvat tú kundi drivið tað til í City of London ella har á leið; men tú valdi at fylgja manninum til fjarskotnu oyggjarnar. Næstan áðrenn tú hevði fingið fótafesti, gekk leiðin til eitt annað land, eina aðra mentan og eitt annað mál. Takk fyri, at tú ikki setti føtur í spenni, men valdi at fara til Odense við manni og lítlum drongi, og takk fyri tín stóra leiklut í tí, sum eitur Kristnastova.
Tit hava verið eitt slag av Falck millum føroysk lesandi og útisetar annars her á flatlondum: tit hava givið starthjálp, tit hava hálað fólk niðan aftur á vegin , tit hava leitt fólk aftur á beint, um tey hava verið vilst, tit hava givið mongum møguleika at fylla battaríini uppaftur, og tit hava eisini koyrt fólk heim, um tað var tørvurin.
Tá nú foreldrini eru farin og beiggjarnir eisini eru byrjaðir at fara, so eru ikki so nógv fólk, sum hava fylgt mær í mong mong ár. Men tit hava fylgt mær, síðani eg fyrst í sjeytiárunum kom til trúgv á Jesus Kristus. Tú og Susan bjóðaðu mær til døgurða har úti í Leivsgøtu, og síðani havi eg kent ein fjálga, tá eg havi hitt, tosað við og vitjað tykkum hesi umleið 40 árini. Ja, sum útiseti hevur tað verið sum at koma heim at koma í Kristnastovu.
Tú vart júst fyltur 30, tá tit fóru niður til Josva í Odense, og tit fingu hjarta fyri hesi tænastu millum føroyingar í DK, tá tit ferðaðust kring landið við Josvabólkinum. Tit hava sostatt havt eitt virki millum útisetar í útivið 40 ár. Útisetar við heimlongsli til Føroyar og Himmalin.
Operation Josva helt til á garðinum Pedersminde í Odense, og har bjóðaðu tit (oftani kritiskum) føroyingum í Odense til kristiligar fundir. Eg var okkurt vikuskifti og vitjaði har á Pedersminde, og eitt kvøldi var eg og vitjaði nakrar av hesum føroyingunum. Teir vóru rættiliga skeptiskir um alt hetta við kristnitrúgv og Josva, (hetta var stutt aftan á rumblið í 1968). Tað er týdningarmikið ikki at gera citatfusk, og eg dugi ikki at siga, um hesin maður segði hendan setning, sum skjótt kemur, tað kvøldið ella um eg havi hoyrt hann citeraðan í øðrum høpi: “Tann farligasti av teimum er Øssur, tí tú kanst ikki gerast illur við hann”. Tað passar. Kennir tú onkran, sum hevur verið illur við Øssur og hevur havt hug at bukað hann?
Tað eru summi parallell millum Njál Djurhuus og teg – hann er umleið eitt ár eldri enn tú – tit hava báðir framt eitt dygdar arbeiði á kristiliga sosiala økinum í hvør sínum norrøna høvuðsstaði í mong ár. Tit hava báðir nógv bond heimeftir til samkomur tykkara. Tit hava báðir mergjaði nøvn.
Ein seinrapart Ólavsøkudag fyri nøkrum árum síðani kom eg at fylgjast eitt petti eftir Svalbardsvegnum við Njáli. Vit prátaðu um eitthvørt, og hann segði, at hann tíðliga sama morgun hevði verið úti á Argjum. Hann var farin niðan á Hamaran og har hevði hann staðið eina løtu og hugt út yvir Havnina og so rópt: “Men rótin er føroysk”. Eg veit ikki hvussu oftani tú hevur staðið uppi á Hamrinum og rópt, Øssur; men eingin ivi hevur verið um, at rótin er føroysk. Eftirnavnið sigur, at tú bæði ert á hamrinum og í berginum, og tað er gott at vita, at tú eisini byggir á Klettin.
“Sum at koma heim” er kanska lyklaorðið fyri tænastu tykkara millum sjúkar og frískar føroyingar á flatlondum. Sjálvt um mong av okkum ikki hava nakra diagnosu, so eru vit í útlegd úr bæði Føroyum og himmalska heimlandinum og hava ein hjartasorgsheimlongsul. Tá hevur tað verið ein gleði, at tit hava borið eitt “little Faroe” og anga av Himlinum við tykkum, tá tit eru komin framvið ella hava boðið inn í Kristnastovu ella heima.
Ein av tykkara tænastum er millum sjúk og avvarðandi á flatlondum. Har hava tit sum nevnt omanfyri ikki bert borið “little Faroe” men eisini ein anga av Himlinum við tykkum. Tit hava borið troyst og stimbran til mong, sum hava ligið niðarlaga. Har hevur ein hond, ein bøn, eitt orð og nærvera tykkara verið til ómetaliga hjálp.
Tit hava eisini verið til stóra hjálp og góðan stuðul, tá onkur føroyingur er deyður her í Danmørk – eisini tá mostir mín doyði og skuldi jarðast í Føroyum.
Tit hava búð í Københavns Kommune í mong ár; men nú eitur kommunan okkurt annað. Tit verða sostatt rakt av gjaldsrásini runt um Keypmannahavn, tá tit skulu koyra her og har. Men stúrið ongum fyri…
Tú og tit hava trúliga og trúfast vitjað á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn. Tá tað um hesa tíðina í fjør spurdist, at tú hevði føðingardag, kom ein spontan delegatión av sjúklingum og avvarðandi út í Kristnastovu sunnumorgun, og har varð hildin røða fyri tær.
Nógv stúrin avvarðandi hava ringt til tykkara gjøgnum árini, og nógv hava tykkum nógv at takka fyri. Tit hava tykkara gongd á Hotel Tórshavn; men tit hava eisini verið sum eitt annnað Hotel Hebron við mongum gistingum gjøgnum árini. Eisini takk fyri tað stríðið.
Øssur, tú hevur góðar gávur, og tú kundi nýtt tær á mongum økjum innan tónleik, mál, talu, skriving og samskifti – eg kundi væl ímyndað mær, at tú kundi havt eitt stórt virki innan lýsingar, branding og sum spindoctor fyri mong. Tú hevði óivað eisini havt møguleikar í Uttanríkisráðnum við tínum diplomatiska sansi. Tú kundi kanska verið sendiharri í Keypmannahavn…
Í staðin valdi tú at gerast umboð/sendimaður fyri heimlondini bæði í Danmørk. Ein góður og gestablíður umboðsmaður/sendimaður á føroysku “ambassaduni” á Amager. Tú hevur góðar gávur, og tú hevur nýtt tær innan tónleik, mál, talu, skriving, diplomati og samskifti – bert við einum øðrum arbeiðsgevara. Takk fyri tað.
Uppgávan við at geva út nýggja útgávu av Guds Fólks Songbók man krevja, at øll hasi evnini innan bæði tónleik, andaligt fornemmilsi, mál, empati og ikki minst diplomati verða nýtt.
Sangurin hevur havt sítt stóra pláss í lívi tínum. Tú hevur skrivað góðar sangir og smíðað góð løg, sum á ymsan hátt leiða aftur til heimlondini. Tað er altíð ein greiður boðskapur hjá tær, og hann er, at bert EIN VEGUR er til himmalska heimlandið, og Hann er og eitur Jesus Kristus, og at eingin kemur til Faðirin uttanum Hann. Tú hevur eina týðandi sosiala funktión; men hon er ikki sloppin at taka fokus frá Gleðiboðskapinum.
Tit hava havt sjónligar tænastur við sjúklingavitjan, heystlegunum og fríggjakvøldunum í Kristnastovu; men ein av teimum eitt sindur meiri ósjónligu og kanska ókendu eru eldrasamkomurnar, sum tit hava havt í mong ár. Samkomur fyri eldri føroyingar, sum kanska hava búð uttanlanda í 50-60 ár, og sum nú hava tíð til rættiliga at leingjast heim til heimlondini bæði, og sum kanska leingjast meir enn nakrantíð. Takk fyri, at tit eisini hava lagt hjartablóð í tær samkomurnar, og at tit eisini síggja tey eldru sum virðismikil, og fyri at tit geva teimum ein anga heiman. Verforeldrini, Ejner og Astrid, høvdu stóra fragd av at koma til tær samkomurnar, og minnist meg rætt, so var mamma eisini onkuntíð við, tá hon vitjaði í Keypmannahavn.
Vit hava búð uttan fyri høvuðsstaðin øll hesi ár; men tú og tit hava eisini havt sjón fyri, at føroyingar kring landið hava havt tørv á stimbran og einum anga av Himlinum. Tit byrjaðu tænastuna uttan fyri høvuðsstaðin, og tit hava ikki gloymt okkum í Odense og aðrastaðni í “diasporaini”. Takk fyri, at tit mangan hava hjálpt okkum við fundum og stevnum í Odense. Eisini takk fyri tað.
Tillukku við teim sjeyti 13. februar, Øssur.
Árni Helmsdal