Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øssur Johannesen í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv: Talan er um eina rættiliga øðrvísi listaframsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30.mars klokkan fýra. Nøkur ár eru liðin síðan seinastu stóru serframsýningina hjá hesum listamanninum og vit tora at lova, at áskoðarin við hesi framsýning hevur eina serstaka og sterka listauppliving til góðar. Tí fyri listamannin Øssur Johannesen kann listin ongantíð vera annað og minni enn ein spurningur um lív og deyða.

Øssur er tónaskald, tónleikari, yrkjari og myndlistamaður, og hann skapar list, sum á so mangan hátt er øðrvísi í mun til aðra samtíðarlist. Í hansara verkum hómar tú ongar fjaldar dagsskráir, postmodernistiskt speisemi, torgreidd listaástøði ella subtilar tilsipingar millum reglurnar.

Her fáa vit alt serverað beinleiðis, beint frammaná og uttan nakað uttanumtos. Kompromileysa heitið á einari av fløgunum hjá Øssuri Johannesen "Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós ímóti deyðanum. Amen." er eyðkent og ber boð um ein serstakan og stríðshugaðan listamann uttan minsta áhuga fyri sælumyndum.

Listarliga hugsjónin hjá Øssuri Johannesen er ekspressiv, fyri hann er líðingin bæði drívmegi og myndevni, og tí kunnu vit eisini siga, at framsýningin gevurr áskoðaranum innlit í hansara líðingarsøgu, sum hon tekur seg út í myndum frá 1990´unum og frameftir. Talan er um eina stóra framsýning við linoprentum og málningum. Linoprentini eru prentað í Steinprenti hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku.

Kinna Poulsen samskipar framsýningina fyri Norðurlandahúsið og hevur skrivað og lagt til rættis katalogið saman við John Dalsgarð, Gramar. Upplating verður 30.mars klokkan 16-18. Framsýningin er opin inntil 22.apríl