
ÓSJÓNLIGIR OPPONENTAR - tjakfundur læraraskúlahøllin
Leygarkvøldið 23. januar varð lýst til almennan tjakfund í Læraraskúlahøllini. Tað vóru ung fyri Miðflokkin, UFM, sum skipaðu fyri.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Tey høvdu bjóðað tí væl kenda og roynda kristna tjakaranum Dr. Michael Brown úr USA at tjakast um samfelagsligu árinini í samband við lógarbroytingar í hjúnarbandslógini, sum í hesum døgum er eitt heitt evni í Føroyum.
Fyrireikararnir høvdu bjóða 14 løgtingslimum, sum eru millum uppskotsstillararnar til nýggju hjúnarbandslógina og umboðum fyri LGBT at vera móttjakarar/opponentar í tjakinum við Michael Brown. Men tað sjáldsama vísti seg, at ikki ein av teimum bodnu vóru at síggja í læraraskúlahøllini, tí eingin teirra møtti upp til fundin. Átakið varð kortini gjøgnumført í leygarkvøldið 23. januar.
Tá eingin av opponentunum møtti upp at taka lut í tjakinum, so valdi Michael ístaðin at hava ein fyrilestur um evni, sum vardi í hálvan tíma. Í fyrilestrinum greiddi Michael frá teimum avleiðingum, sum tað kemur at hava á samfelagið at umdefinera/umgreina hjúnabandið. Seinni á fundinum var tað Arni Zachariassen, sum hevði samrøðu við Michael um sama evni, har fólkið í salinum og lurtarar á netinum høvdu møguleika at seta spurningar.
Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at “Michael Brown var bæð sakligur og faktuellur og at øll dokumentatiónin tók støði í samfelagsligum hagtølum, og at talan var um eina sekulera argumentatión heldur enn eina religiøsa argumentatión!”
Tað vóru væl yvir 200 fólk, sum leitaðu inn í læraraskúlahøllina hetta kvøldið at hoyra Michael Brown.
Sunnumorgunin talaði Michael í Kelduni í Skálabotni.