Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ósemja um sigling hjá Strandferðsluni 1. jóladag

Av tí at partarnir ikki kunnu semjast um samsýningina fyri siglingina, nokta tey trý feløgini, sum hava sáttmálar á økinum, limum sínum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins 1. jóladag. 

Tíðindaskriv 

Strandfaraskip Landsins hava givið manningunum boð at strandfaraskipini skulu sigla 1. jóladag. 

Samráðingar hava verið millum fakfeløgini, sum hava limir umborð á skipunum og arbeiðsgevararnar, um heimild er at boðsenda fólki til arbeiðis jóladag og um hvussu hettar skal samsýnast.

Men tað hevur ikki eydnast pørtunum at finna semju.

Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið vísa á, at tað hevur ikki verið siglt jóladag og at arbeiði hendan dag tí ikki er fevnt av sáttmálunum, sum feløgini hava við landið.

Av tí at eingin semja er fingin í lag um samsýning fyri siglingina, nokta feløgini limum sínum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins jóladag. 

Forboðið er galdandi frá kl. 00.00 til kl. 24.00 jóladag 25. desember 2014.

Nærri viðmerkingar til málið kunnu fáast við at ringja til Eyðstein Djurhuus, formann í Skipara- og Navigatørfelagnum, 216973.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
Starvsmannafelagið