Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ósaklig og tendentiøs sending í sjónvarpinum í kvøld?

Í brellbitunum fyri sendingina

Skálafjarðartunnilin - kosta hvat tað kosta vil,

sum er annoncerað at koma í kvøld í sjónvarpinum, er tað skelkandi at hoyra, hvussu einsíðugt sendingin verður lýst.

Tey luttakandi (Herman Oskarsson, Johnny í Grótinum, Turid Debes Hentze, Bjørn á Heygum, Jón Brian Hvidtfeldt og Jonhard Mikkelsen, um eg kendi tey rætt) hava øll verið frammi í fjølmiðlunum sum mótstøðufólk mót ætlanini hjá landsstýri, løgmanni og fyrrv. landsstýrismanni Kára P. Højgaard um ætlanina um Skálafjarðatunnilin.

Úttalilsir sum

framferðin vanærulig, oyðsla virðini burtur, skal fremjast kosta hvat tað kosta vil, lusk, litil ordan hjá løgmanni, løgmaður stuðlaði sínum landsstýrismanni til tað síðsta

og so helst ætlað niðurgerandi brot hjá Kára P. Højgaard og løgmanni

kenni onki til tað, spyr løgmann og havi eg aldrin gjørt

boða frá eini sending, sum er so heilt út um alt mark einsíðug eftir mínum tykki. Og eg eri neyvan einsamallur at halda tað.** Hetta verður eftir øllum at døma reyði tráðurin í sendingini, hóast:

1. Í apríl 2007 leggur Bjarni Djurholm fram uppskot og viðtók eitt samlað løgting at landsstýrið fór undir samráðingar við privat felag/feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy

2. Í mai 2010 viðtók løgtingið at geva privatum felagi einkarætt til undirsjóvartunnil/at bjóða einkarrættin út. 5 stemmaðu ímóti, meðan 24 stemmaðu fyri.

3. Í apríl 2011 viðtók løgtingið at longja loyvið til privata felagið um einkarættin, meðan heimildin til útboð stóð við. 7 stemmaðu ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri. Henda lóg er framvegis í gildi.

4. Herumframt hevur løgtingið viðtikið játtanarkarmar í mai 2012, fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til undirsjóvartunnil.

5. Bert ein íleggjari var áhugaður, men stillaði sum treyt, at sáttmálin skuldi vera í trúnaði. Tí finst ongin sáttmáli at leggja fyri løgtingið, tí í somu løtu hann er framlagdur er fortreytin fyri sáttmálanum burtur.

Vónandi taki eg feil, men tað tykist løgi, um KvF ikki hevur nakran við í sendingini, sum umboðar sjónarmiðini, sum tala fyri ætlaðu loysnini, sum eg sjálvur og nógv onnur við mær halda var ein góð loysn? Og tá serliga, tá ið hetta var tann politiski viljin og framvegis er tann einasti lógarfesti politiski viljin tann dag í dag!

Og um ongin verður við, hevur KvF so roynt at fáa nakran? Um KvF hóast royndir ikki hevur fingið nakran, so havi eg boðað Kringvarpinum frá, at eg sjálvur gjarna vil umboða hetta sjónarmiðið. Men tað hevði ongan áhuga hjá KvF.** Kringvarpið skrivar á heimasíðuni um hugsjónir tess:

– Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.

– Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki ......... og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.

– Í Kringvarpinum skal professionalisma ....... (og) fjølbroytni ....... ráða

Herumframt skal Kringvarpið halda public service sáttmalan sum almennur miðil við at vera óheftur í sínum tíðinda- og aktualitetsendingum.

(Hesar viðmerkingar byggja á skriv, send Dia Midjord, kringvarpsstjóra og Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í gjár)

Johan Petersen,

fyrrv. útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður