Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Orrusta um gulløl broytir onki um samanhaldið

- Okkara felags mentan ger, at vit skilja hvønnannan betur enn flest onnur. Og strev okkara at hjúkla um okkara fólkatilfeingi, so vit ikki tapa kappingina móti lokkandi útlandinum, er felags og líkist nógv. At so mangt er felags er ein styrki, tí samanhald gevur styrki, og í mongum lutum standa vit saman til felags gagn fyri okkum her í útnorði.Ein lítil aktuel orrusta her í Íslandi um heitið á føroyskum gulløli móti gullølini hjá Egili Skallagrímssyni broytir tí einki í tí sambandinum, annað enn, at íslendingar nú hálovað føroyska gullølinum sum ongantíð fyrr, segði Heðin Mortensen m.a., tá hann setti føroyska partin av Mentanarnáttini í Reykjavík.

Víðari segði Heðin Mortensen, at hetta er vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum eg gleði meg ómetaliga nógv til. Eg eri sjálvur sannførdur um, at tiltakið her á Sendistovuni hevur í stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív, tí hetta er eisini ein gluggi og pallur út í heim, har alt frá nútíðar list til tann meira siðbundna mentanararvin kann upplivast, eins og tað er eitt kærkomið høvi hjá føroyingum her í Íslandi at hittast, at hitta føroyingar úr Føroyum og at halda seg dagførdan um tað, sum rørir seg innan mentan og list í Føroyum.

- Takk fái Sendistovan og sendimaður Føroya fyri, at tit síggja týdningin av hesum og skipa fyri á hvørjum ári.

- Tórshavnar kommuna hevur gott samstarv við Reykjavík á mentanarliga økinum í mong ár. Umframt at mentamálanevndirnar í norðurlendsku høvuðstaðunum hittast annað hvørt ár at geva hvørjum øðrum íblástur og umrøða mentunarpolitisk mál, so hava vit felagsgrunnin Nuuk-Reykjavik-Tórshavn, sum á hvørjum ári býtir út 300.000 kr. til mentanarligt samstarv millum borgarar í býunum.

- Hetta at hittast javnan um felags mál hevur knýtt heilt serlig bond millum okkum býráðspolitikarar, og givið okkum ans fyri, hvussu stóran týdning tað hevur at geva mentanini møguleika at ferðast um landamørk. Vit hava fleiri dømir um spennandi samanrenningar millum listafólk okkara, sum hava skapt nýggjar spennandi leiðir og úrslit.

- Í fjør varð nýggjur táttur tikin upp, tá Reykjavíkar býur gav høvuðsstaði Føroya eitt stórt jólatræð sum gávu, og sum stóð tendrað á sjálvum tinghúsvøllinum. Mín góði vinur Jón Gnarr tók hetta stigið, ikki bert til tess at geva havnarfólki eina hissini gávu, men sum partur av samstarvi millum býirnar báðar at vekja ans millum ungdómin fyri nátturuni og plantu- og viðavøkstri. Eg vóni, at hesin táttur verður afturvendandi.

- Í orðinum mentan liggur at menna gávur og førleikar og gera okkara felagsskap ríkari í huga og verki.

- Ein av okkara kendu rithøvundum, Gunnar Hoydal, sigur í innganginum í einum áliti um mentunarpolitikk í Tórshavnar kommunu, at munur er á mentan og list: “Listin roynir tær ógongdu leiðirnar og setur mangan spurnaðartekin við hevdvunnu mentanina. Hon er ofta í andstøðu og kann vera torskild og bjóða beinleiðis ímóti. Kortini er hon neyðuga saltið í allari mentan og er tann megin, sum gevur mentanini nýtt blóð.”

- Orðini hjá Gunnari Hoydal vísa okkum so væl, hví tað er so umráðandi at stuðla listafólkum, soleiðis at tey bæði einsamøll og í felagsskapi fáa møguleika at menna seg, og støðugt bjóða av og flyta mentanarfatanina.”

- Aftur hesaferð eru fleiri lista- og mentafólki úr Føroyum við í Menningarnáttini í Reykjavík við framførslum og framsýningum bæði her á Sendistovuni og aðrastaðni í býnum.

- Hesaferð hava vit við okkum fýra spennandi listamenn, sum saman vísa eitt áhugavert og stórt fjølbroytni innan føroyska list.

- Finnleif Mortensen hevur seinastu tríati árini ríkað okkara mentan við sínum serliga abstrakt-naturalistiska máta at lýsa føroysku náttúruna. Tað er eingin ivi, hvaðan íblásturin kemur.

- Kári Svensson er nútíðarlistarmaður burturav. Tað er náttúran, ið setur dagsskránna, men Kári hevur sína egnu rútmu og hjartaslátt, hann er sín egni.

- Eyðun av Reyni fylgdi somu klassisku útbúgving sum pápin, Ingálvur av Reyni. Eyðun verður sagdur av hava ein sjáldsaman viðføddan visuellan musikalitet, sum ger at listarverk hansara hava eina róliga ávirkan á sinnið.

- Zacharias Heinesen hevur onkuntíð skírt seg sjálvan "kubistiskan naturalist". Onnur hava hildið, at hann hóskar best til lýsingina hjá mæta skaldinum Christiani Matras av føroysku náttúruni - hon er ræðulig, vandamikil og magnmikil - "men eisini blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað"!

- Tað, sum Búbbi er fyri íslendingar, er Martin Joensen fyri okkum føroyingar. Martin er ein av fremstu trubadurum okkara og hevur sungið seg inn í føroysku fólkasálina í so stóran mun, at yrkingar hansara eru vorðnar sjálvsagdar til størri samkomur og tjóðarhald.

- Tað er okkum ein stór gleði og heiður, hesaferð at hava Martin við okkum til Íslands.

- Við okkum hava vit eisini Sláið Ring, sum upprunaliga er eitt landsáhugafelag, stovnað føroyskum dansi at frama. Felagið heldur lív í fornum siðum, ger eitt stórt arbeiði at varðveita kvæðini, men brýtur eisini upp úr nýggjum við at fáa nýggj kvæðið skrivað. Eisini arbeiðir Sláið Ring við at læra yngra ættarlið upp í sannari føroyskari mentan. Tey fara eisini at bjóða okkum uppá gólv!

- Aftur í ár sleppa vit at njóta spennandi útgávuna av føroyska matinum hjá Marentzu Poulsen!

---

- Góðu íslendingar! Lond okkara eru fiskivinnutjóðir, tó at íslendingar hava heldur fleiri vinnulig bein at standa á enn føroyingar, serliga ferðavinnan hevur vunnið fram til fyrimyndar eisini fyri okkum í Føroyum. Men størsta ríkidømi okkara er fólkið. Okkara fólk, sum í so mongum hava felags mentanararv, er okkara størsta ríkidømi.

- Okkara felags mentan ger, at vit skilja hvønnannan betur enn flest onnur. Og strev okkara at hjúkla um okkara fólkatilfeingi, so vit ikki tapa kappingina móti lokkandi útlandinum, er felags og líkist nógv. At so mangt er felags er ein styrki, tí samanhald gevur styrki, og í mongum lutum standa vit saman til felags gagn fyri okkum her í útnorði.

- Ein lítil aktuel orrusta her í Íslandi um heitið á føroyskum gulløli móti gullølini hjá Egili Skallagrímssyni broytir einki í tí sambandinum annað enn, at íslendingar nú hálovað føroyska gullølinum sum ongantíð fyrr.

---

- Eg vil enda við at takka hjartaliga fyri góða samstarvið, ið Tórshavnar kommuna hevur við Føroysku sendistovuna í Íslandi, sum altíð er góð at heita á – tað er gott og mennandi at uppliva tykkara stóra arbeiði fyri at gera Føroyar og føroyska mentan og list sjónliga í Íslandi!
 
Við hesum fari eg at lýsi framsýningina her á Sendistovuni og tiltakið sum heild at verða sett.

- At enda vil eg ynskja tykkum øllum eina góða Mentanarnátt 2014, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í røðuni!