Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Orkuskiftið – samstarv millum SEV og Orku

Dan Klein --- 17.03.2017 - 09:31

Í sambandi við at Føroyar eru um at kjølfesta ein almennan orkupolitikk, hava SEV og orkudeildin á Umhvørvisstovuni - Orka - skipað seg í eitt kunningarsamstarv, ið skal verða samskiftispallur um orkuskiftið frá olju til el í Føroyum.

Orkuskiftið, ið sæst á os.fo og á facebook, skal stuðla undir at seta í verk eina tilgongd, sum alsamt økir tilvitskuna hjá borgarum, politisku skipanini, myndugleikum og vinnulívi um týdningin av grønari orku, við serligum atliti at búskapi og umhvørvi.

Í fyrstu atløgu leggur Orkuskiftið serligan dent á upphiting og flutning á landi, men aðrir spurningar, sum við tíðini taka seg upp á grønu kósini, verða viðgjørdir og handfarnir, tá ið tíðin er búgvin til tað.

Orkuskiftið endurgevur og miðlar tilfar úr Føroyum og grannalondunum, ið er viðkomandi fyri heimligu avbjóðingarnar, ið Føroyar standa framman fyri.

Vælkomin til Orkuskiftið