Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Orkuráðstevna - Frá olju til vind

Dan Klein --- 14.03.2017 - 09:42

Sambandsflokkurin skipar fyri ráðstevnu um grøna orku undir heitinum “Frá olju til vind”. Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at halda framløgur og røða um, hvørjir møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku

Orkuráðstevnan verður, fríggjadagin tann 7. apríl 2017, í Tórshavn - á Østrøm, kl. 09.30-15.30. Bjóðaður verður frokostur, kl. 12.00-13.00.
 
Ráðstevnan er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.
 
Talan er um eina fakliga og politiska ráðstevnu, hvørs endamál er at varpa ljós á, hvørjar avbjóðingar vit hava í Føroyum á orkuøkinum og hvørjar møguligar loysnir eru fyri skjótari og lættari at innføra munandi meira vindorku á elkervið.
 
Skráin verður býtt í tríggjar partar:
 
- Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava at innføra vindorku í orkuskipanina, serliga í einari lítlari orkuskipan sum tí føroysku
 
- Annar partur snýr seg um, hvørjar møguligar tøkniligar loysnir eru tøkar í Føroyum
 
- Triðji partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera eina munandi útbygging av framleiðsluni av vindorku í Føroyum
 
Meira kunning við útgreinaðari skrá verður send út seinni.