Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Orka útgivin í Onglandi; hoyr LP plátuna í Sirkus og Orka á konsert í Perluni

Nýggja útgávan hjá Orka, Leipzig, kom út í summar í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Sveits og Eysturríki gjøgnum Tutl. Móttøkan hevur verið sera góð, Allscandinavian søgdu m.a.: "Nýggja plátan hjá ORKA er bæði teirra mest atkomiliga og samstundis eisini teirra løgnasta og mest anarktistiska pláta... tit kunnu vænta at finna Leipzig ovalaga á okkara lista yvir Bestu útgávur [2014]", týska Westzeit skriva stutt og greitt: "Einastandandi... Einastandandi gott!", meðan polska Muzyka Islandzka siga: "ORKA hevur óavmarkað tónleikaligt hugflog... ". Orka hevur júst gjørt avtalu við Cargo Records, um at útgeva Leipzig í Onglandi. Plátan kemur út í Onglandi t. 15. desember í ár.

Leipzig er nú eisini prentað á LP og høvi verður at hoyra hana, tá hon verður sett undir nálina í Sirkus í Tórshavn t. hósdagin 8. november kl. 21.00 og spæld úr enda í annan, tiltakið er ókeypis.

Orka er broytt live frá at vera ein stórur bólkur við heimagjørdum ljóðførum til tveir mans á palli við nærum bert elektroniskum ljóðførum. Til ber at hoyra ORKA fríggjadagin 14. november, tá Orka spælir til eitt tiltak í Perluni í Tórshavn, ið Sólsystemið skipar fyri. Á kvøldinum verður eisini ein ørgrynna av spennandi og feskum elektroniskum tónleiki at hoyra frá Hús, Kidda, Übernörd, og fred (UK).