Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Orðabók innan handils- og búskap

Tíðindaskriv:

Føroya Handilsskúli hevur saman við Námi givið út bókina Orðabók –Handils- og Búskapur, sum Olav Absalonsen hevur skrivað og lagt til rættis. Orðabókin er skipað soleiðis, at hon gevur stuttar frágreiðingar á føroyskum um uppslagsorðini. Talan er sostatt ikki um tvímálsliga orðabók, tó at nógv altjóða fakheiti um eitt nú virkisbúskap, altjóða búskap, marknaðarførslu eisini eru at finna í bókini.

Bókin er 81 blaðsíður og kostar 95 kr.

Ofta spyrja næmingar, sum ganga á handilsskúlanum, hvar teir kunnu sláa faklig orð og nøvn upp. Til hetta hava vit ikki havt nakað greitt svar og mugu vísa til ymiskar keldur – alt eftir hvørjum fakøki vit eru á. Og ofta hava vit einki greitt svar. At veita næmingum og øðrum eina betri tænastu er ein av orsøkunum til, at henda bók er blivin til.

Tá ið ein sum ungur skal læra okkurt nýtt, er umráðandi, at hugtøk og fyribrigdi hava navn, soleiðis at tað ber til at samskifta við onnur um tað, sum tú roynir at læra. Og tá ið undirvísingartilfar verður gjørt ella valt, er líka umráðandi, at nøvn og fakheiti eru greið og sigandi, soleiðis at tann lærandi lættari kann ogna sær vitan og fatan innan tað øki, hann arbeiðir við. Fleiri bøkur eru fyrr givnar út á føroyskum í marknaðarførslu, virksibúskapi og øðrum yrkisligum lærugreinum.

Ein skúli er og eigur altíð at vera ein partur av samfelagnum – serliga ein yrkisskúli sum handilsskúlin, ið nýtir nógv tilfar frá vinnuni og almennum stovnum sum undirvísingartilfar. Hava vit í huga, at næmingarnir eftir lokna útbúgving fara út í samfelagið at virka, mugu vit ásanna, at um skúlin skal vera til nakra samfelagsliga nyttu, mugu vit tí tosa nøkulunda sama mál innan og uttan fyri skúlagátt.

Ein málnevnd er sett at fremja skilagott orðaskifti um mál og málburð, at arbeiða fyri semjum og at taka støðu til ivaspurningar. Málnevndin fer eisini at viðgera handils- og búskaparorðini, sum eru í hesi útgávu, ið sostatt er at meta sum ein royndarútgáva, og vónandi fara fleiri at gera viðmerkingar til hesa bók, sum eisini verður teldutøk.

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur tikið avgerð um at stuðla útgávuni, soleiðis at til bar at geva bókina út, og soleiðis at allir næmingar, sum ganga á skúlanum í hesum ári fáa eitt ókeypis eintak av orðabókini.