Opna hugskotskappingin fyri miðbýin í Klaksvík verður útskrivað í næstum
Fyrireikingarnar til hugskotskappingina fyri miðbýin í Klaksvík eru nú um at verða lidnar, og kappingin verður útskrivað í næstum.
Henda hugskotskapping er útskrivað av kommununi í tøttum samstarvi við Arkitektafelag Føroya, og er tað arkitektafyritøkan Selmar Nielsen Arkitektur (SNArkitektur), ið skipar fyri kappingini vegna kommununa.
Ein opin kapping fyri øll at luttaka** Robert Thomassen, arkitektur, ið starvast hjá SNArkitektur, upplýsir, at grundarlagið undir hugskotskappingini fyri miðbýin í Klaksvík er kappingarskráin, sum er gjørd av kommununi í samstarvi við SNArkitektur og kappingartreytirnar hjá Arkitektafelag Føroya.
- Kappingin er opin fyri øll at luttaka, og væntandi verður freistin fyri at lata inn uppskot seinast í mars mánað 2012.
Økið við Sandin og framvið vánni
- Klaksvík er seinastu 200 árini vaksin frá at vera 4 býlingar, umframt Norðoyri, við umleið 100 fólkum til ein nýmótans bý við 5000 íbúgvum. Stóri og brádligi vøksturin, ið er komin sum ein náttúrlig orsøk frá vaksandi fiskivinnu og avleiddari vinnu, hevur havt við sær, at serliga økini fram við sjóvarmálunum eru útbygd til vinnuendamál. Miðøkið liggur stórt sæð óbygt og við einum nýliga uppfyltum øki, har sandurin var.
- Tað eru omanfyri nevndu miðøki í Klaksvík, sum verða boðin út til kapping um at gera ein miðbý til Klaksvík, sigur Robert Thomassen, sum nú fyrireikar tað seinasta, áðrenn kappingin í næstum verður útskrivað.
Grundarlag fyri byggisamtyktini
- Kappingin er fingin í lag fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum. Nýggju hugskotini skulu nýtast til at skipa ein miðbý fyri Klaksvík við nýggjum bústøðum, handilslívi, skrivstovuvirksemi, almennum stovnum, uppihaldsøkjum og tað, sum hoyrir seg til ein miðbý við tænastum til borgaran.
- Úrslitini í kappingini skulu brúkast sum grundarlag til at gera eina nýggja byggisamtykt fyri miðøki og til íblástur í sambandi við býarskipanararbeiðið í Klaksvík.
Fleiri greiningar og yvirlit eru dagførd
Í fyrireikingini til hesa kappingina hevur Klaksvíkar kommuna latið gjørt dagføringar av
• heildarætlan fyri kommununa, við høvuðsdenti á framskrivingar av tølum, og
• greining av handilslívinum í Klaksvík.
Somuleiðis hevur ein bólkur av søgu- og staðkønum fólki mannað ein varðveitingarbólk fyri kommununa, sum hevur gjørt skrásetingar í sambandi við varðveitingarverd øki, bygningar v.m. og onnur søgulig fyribrigdi í Klaksvík, sum fyri ein part eru sjónlig í dag, og sum fyri ein part eru farin undir heilt, ella bara gloymd í dagligu tilveruni.
Treytir og heiðurslønir eftir galdandi reglum
- Hugskotskappingin fyri miðbýin í Klaksvík verður, sum nevnt, fyriskipað í samstarvi við Arkitektafelag Føroya eftir galdandi reglum, og sama er galdandi fyri manningina av dómsnevndini, sum verður útnevnd av arkitektafelagnum og kommununi, sigur Robert Thomassen, arkitektur.
- Klaksvíkar kommuna vónar, at nógv uppskot koma inn og verða uppskotini heiðrað við eini 1. heiðursløn, 2. heiðursløn og innkeypum.
Fleiri upplýsingar um Klaksvík eru at finna á heimasíðu kommununnar, www.klaksvik.fo, og í næstum verður kappingarskráin eisini tøk á heimasíðuni, umframt á heimasíðuni hjá Arkitektafelag Føroya, www.ark.fo, og hjá Selmar Nielsen Arkitektur, www.sna.fo, har eisini sjálvi skjølini til kappingarluttakararnar verða tøk at heinta niður hjá teimum, sum ynskja at luttaka í kappingini.