Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Opið bræv til Løgmann og løgtingslimur samgongunar

1. Taka tit undir við, at landsstýrismaður samgongunar tekur lóggevandi valdið, nevnliga Føroya Løgting, av ræði?

2. Taka tit undir við, at sami landsstýrismaður einsæris fremur kollveltandi broytingar í okkara fiskivinnulógávu?

Hesar fremur fiskimálaráðharrin saman við aðalstjóranum, og uttan dokumenteraða viðgerð verða nýggjir standardir settir fyri umsiting av lógini um vinnuligan fiskiskap – millum annað avgerðir, ið eru í stríð við uppritið 27. apríl 2010, uppskotið til kunngerð 27. apríl 2010 og uppskotið til kunngerð 4. juni 2010.

3.Taka tit undir við, at tað av fiskimálaráðharranum verður gjørdur grovur mismunur av vinnulívsmonnum? Um ikki, hvørja viðmerking hava løgtingsumboðini úr Vágum so til, at vinnurekandi í Vágum við einum hóskandi uppsjóvarskipð orsakað av beinleiðis ósannindum frá fiskimálaráðharranum ikki fær lut í tí velduga tilfeingi, ið Vágarnar eiga sín sjálvsagda lut í? Ella meta okkara løgtingsumboð, at 2,6 % er nøktandi fyri okkara oyggj.? Og hvussu leingi afturat kunnu tit liva við at vera atkvøðuneyt hjá Fólkaflokkinum?

4.Taka tit undir við, at hereftir verður tað ikki tað lóggevandi valdið, Føroya Løgting, ella rættarligu reglur, ið koma at vera avgerðandi fyri, um vit fáa ein frían marknaðarbúskap?

5. Taka tit undir við, at sami landsstýrismaður brýtur reglurnar um ræðisavmarking og skapar fordømi fyri, at hereftir verður tað reint anarki, og ikki tær parlamentarisku og rættarligu reglunar ið verða galdandi?

Nú haldið eg, at tað er upp á tíðina, at í øllum førum umboð Sambandsflokksins bróta tøgnina, smoyggja undirbrotligheitina av sær og greiða veljarnum frá, um tey taka undir við tí anarkii, sum hevur valdað úti í Fiskimálaráðnum undir sitandi fiskimálaráðharra.

Frank Davidsen

Sørvági