Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Opið bræv til leiðsluna í Kringvarpinum

Undirritaðu fakfeløg, ið umboða fjølmiðlafólkini í Kringvarpi Føroya, hava hesar viðmerkingar til handfaringina av eini sjónvarpssending, sum Suni Merkistein, programmedarbeiðari, hevur gjørt.  

Tíðindaskriv:

Í Degi og Viku í gjár frættist, at sending ´Ást fjalir lýti´ um eitt drápsmál í Havn fyri 50 árum síðani fyribils varð tikin av. Hetta hevur elvt til alment orðaskiftið, har nógv fólk hava havt ógvuliga sterkar meiningar um eina sending, tey ongantíð hava sæð. 

Í Degi og viku varð upplýst, at kringvarpleiðslan er í samráðingum við fólk uttanfyri stovnin, og at einki meira fór at henda ´fyrrenn partarnir hava funnið semju um sendingina´. Í dag frættist tó, at sendingini er sett aftur á skrá og verður send í annaðkvøld.

Sum avvarðandi feløg undrast vit á hesi tíðindi, sum vit halda seta stórt spurnartekn við óheftnið og redaktionella frælsið hjá stovninum.

Feløgini skilja, at avvarðandi hava við sakførarahjálp roynt at steðga sendingini og annars at fáa broytingar gjørdar í innihaldinum. Eisini hava vit skilt, at áheitanir heva verið beinleiðis á tey, sum luttaka í sendingini um at trekkja seg. Summi hava givið eftir fyri trýsti og hava sett ynski fram um ikki at luttaka.

Feløgini fara at heita á KvF um at ansa eftir uppílegging, sum kann skerja redaktionella frælsið, ið er hornasteinurin í virkseminum hjá einum fjølmiðli. Vit fara at minna á, at tað er álvarsamt brot á góðan fjølmiðlasið at geva eftir fyri trýsti, og sum kann forða frælsari kunning um mál av almennum áhuga. 

Nú sendingin verður send, skilja feløgini, at ávísar broytingar eru gjørdar fyri at gera teimum avvarðandi til vildar.

Innihaldsligar broytingar um faktuell ivamál kunnu møguliga vera gjørdar, men kringvarpið má ansa væl eftir, at limir okkara ikki koma í ta støðu, at teir kenna seg kroystar, at frásiga sær sjálvan redigeringsrættin ella rættin at avgerða í hvørjum formi, tilfar skal vera almannakunngjørt. 

So leingi faktuelt grundarlag er fyri upplýsingunum og talan ikki er um ærumeiðandi útsagnir, tey avvarðandi eru kunnað og hava fingið høvi at luttaka, má stovnurin ansa eftir ikki at avmarka journalistarnar í teirra lógliga virksemi.

Vinarliga

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum 
Jón Brian Hvidtfeldt, formaðurin í Felagnum Føroysk Miðlafólk