Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

OPIÐ BRÆV TIL LANDSSTÝRISMANNIN Í SAMFERÐSLUMÁLUM UM HESTLEIÐINA

Góð samferðsla er avgerandi fyri Hestoynna – fyri framtíðina og trivnaðin. Men hesum arbeiðir Samferðslumálaráðið beint ímóti. Seinasta royndin hjá Strandferðsluni at taka Hestleiðina út úr Skopunarleiðini hevur sindrað alt ferðasambandið, sum er bygt upp yvir drúgva tíð.

Verður okkurt munagott ikki gjørt við ferðasambandið í stundini, sær Tórshavnar kommuna seg noydda at kæra landsstýrismannin í samferðslumálum til løgmann fyri ikki at halda lógina um flutningsskylduna hjá Strandfaraskipum Landsins, ið er lýst í Løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001, sum seinast er broytt í løgtingslóg nr. 56 frá 15. mai 2014. 

Her verður víst til § 2.:

 Flutningsskylda
§ 2. Landið hevur skyldu til at skipa fyri:

    1. nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og/ella akfarsflutningi og
    2. nøktandi landvegis fólkaflutningi á teimum farleiðum, har tað hevur stóran samfelagsligan týdning at skipað verður fyri slíkum flutningi.

Stk. 2. Flutningsskyldan fevnir um sjóvegis farleiðirnar millum: Tvøroyri - Tórshavn, Skúvoy - Sand, Skopun - Gamlarætt, Skopun - Hest, Hest - Gamlarætt, Nólsoy - Tórshavn, Sørvág - Mykines, Klaksvík - Kalsoy, Hvannasund - Fugloy, Hvannasund - Svínoy, umframt tær sjóvegis og landvegis farleiðir, ið landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir flutningsskyldu fyri.

Sjálvandi er tað ein politisk raðfesting og ein spurningur um virðing, hvat ið vit leggja í orðini “nøktandi flutningur”. Henda orðing, ið verður nýtt um flutningsskylduna hjá Strandferðsluni mótvegis oyggjunum, sum ikki hava fast samband við meginøkið, skuldi verið ein trygd og borgað fyri, at føroyingar kunnu liva og virka á útoyggj. Vísast kann í hesum sambandi til ferðaætlanina fyri rutu 61 Gamlarætt – Hestur, sum bert hevur tvær fastar rutur um dagin – kl. 08:45 um morgunin og kl. 19:10 um kvøldið. Fýra dagar um vikuna er eisini samband kl. 14:30.

Við eini slíkari ferðaætlan er tað ógjørligt at búgva úti í Hesti og arbeiða ella ganga í skúla á meginøkinum. Hetta kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka. Hestoyggin er partur av Tórshavnar kommunu, og tí heita vit í Tórshavnar kommunu á Samferðslumálaráðið um at tryggja fólki í Hesti góðar og virðiligar liviumstøður. 

Kunnu ikki sálda oyggjar frá
Nógv fleiri fólk flyta í dag heim aftur til Føroyar enn fyri nøkrum árum síðani, og áhugin fyri at búseta seg í Hesti er eisini vaksin nógv. Men hetta ber illa til, tí SSL fyri einum hálvum ári síðani broytti ferðasambandið til núverandi avmarkaðu ætlan. 

Tórshavnar kommuna vil staðiliga heita á landsstýrismannin í samferðslumálum og SSL um at taka hetta málið upp aftur til viðgerðar og fáa broytt ferðaætlanina aftur til nakað, ið líkist gomlu ferðaætlanini - sum hóast avmarkað var munandi frægari enn verandi ferðaætlan.

Tá ið SSL hevði fund við kommununa, áðrenn nýggja ferðaætlanin bleiv sett í verk, varð lovað, at hetta skuldi bara vera eina royndarætlan, og at hon skuldi endurskoðast, tá ið summarið 2017 var farið afturum. Men nú oktobur er meira enn hálvrunnin, er sama ætlan enn galdandi, og einki er komið burturúr teimum fundum og áheitanum, sum Tórshavnar kommuna er komin við.

Við hesum brævi vil Tórshavnar kommuna - vegna Hestfólk - vísa á rættin hjá øllum borgarum á útoyggj til eitt virðiligt og nøktandi ferðasamband við meginøkið. Tórshavnar kommuna metir, at tað í hesum fíggjarligu so góðu tíðum má verða rúm fyri at raðfesta tey, sum ikki hava so nógv frammanundan. 

Vinaliga

Annika Olsen
borgarstjóri