Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

Opið bræv til Boga Andreasen, býráðslim í Tórshavnar kommunu, umboð í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan

Tann 29. september 2013 var Tórshavnar Kommunuskúli enn eina ferð umrøddur í miðlunum, og har kom tín hugsan um Kommunuskúlan fram, hvørt skúlin skuldi halda fram, har hann stendur ella ikki. Undirritaðu lærarar í Venjingarskúlanum fara ikki at leggja okkum út í hetta kjak.

Vit heftu okkum við, at tú ikki nevnir Venjingarskúlan, ella hvørjar avleiðingar ein slík avgerð hevur fyri Venjingarskúlan. Av tí at skúlarnir í kommununi so ella so eru samantvinnaðir, hevur lagnan hjá Kommunuskúlanum eisini ávirkan á Venjingarskúlan. Vit saknaðu at fáa greitt at vita, hvørja støðu tú sum býráðslimur og sum skúlastýrislimur fyri Venjingarskúlan hevur um Venjingarskúlan nú og framyvir.

Børn í kommununi eiga øll at hava somu kor, sømdir og somu tilboð til undirvísing. Somuleiðis eiga øll børn rættin til nøktandi skúlakarmar.

Øll foreldur at børnum gjalda skatt til skúlaverkið. Soleiðis eisini foreldur at børnum í Venjingarskúlanum. 

Fysisku karmarnir í Venjingarskúlanum eru út av lagi vánaligir. Teir eru stutt sagt óvirðiligir hjá børnum, lærarum og øðrum starvsfólkum, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum – og í síðsta enda eisini hjá Tórshavnar kommunu.

Vit heita á teg sum býráðslim og skúlastýrislim fyri Venjingarskúlan at koma fram við tínari støðu viðvíkjandi Venjingarskúlanum.

Og til hinar býráðslimirnar í Tórshavnar kommunu: Vit ynskja eisini at frætta alment frá tykkum, hvørja støðu tit hava til framtíðina hjá Venjingarskúlanum.

Vinaliga

Lærararnir í Venjingarskúlanum

Tórshavn 2. oktober 2013