Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Onki forðar føroyskari yvirtøku av loftferðslueftirlitinum

Vit hava í sambandi við henda fyrispurningin kannað málið hjá danska flutningsmálaráðnum, ið hevur váttað, at ongar ætlanir eru um at leingja ella gera nýggjar avtalur, ið á nakran hátt forða møguligari føroyskari yvirtøku av loftferðslueftirlitinum, sigur løgmaður í svari til fyrispurning til Poul Michelsen, úr Framsókn.

Svar uppá fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni Løgtingsmál nr. S-35/2012: Viðvíkjandi yvirtøku av loftrúminum yvir Føroyum

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1) Hvørji stig eru tikin fyri at fremja samtyktina frá 2. mai 2012 um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, og hava fundir verið millum føroyskar og danskar mundugleikar um málið

2) Kann løgmaður upplýsa, hvussu stórt árliga gjaldið er, sum Danmark og Ísland frá fyri, at flogfør flúgva í loftrúminum yvir Føroyum, og ætlar landsstýrið – meðan samráðingarnar eru við donsku stjórnina um at yvirtaka loftrúmið – at krevja part av árliga gjaldinum ?

3) Hevur landsstýrið tryggjað sær, at danska stjórnin – meðan samráðingarnar fara fram – ikki leingir ella ger nýggjar avtalur við nakran um at umsita loftrúmið yvir Føroyum ?

4) Metir landsstýrið, at yvirtøkan av loftrúminum kann geva nýggj føroysk vitunartung arbeiðspláss ?

5) Metir landsstýrið, at inntøkurnar frá yvirflúgvingini kunnu brúkast til at uppbyggja eina føroyska loftferðslutænastu, og ikki minst byggja upp eina góða og sterka føroyska veðurtænastu ?

6) Føroyar eru við í samstarvinum um at skipa virksemi í Norðuratlandshavi og Arktis. Ætlar landsstýrið í hesum sambandi ay tryggja, at loftrúmið kemur undir føroyskan ræðisrætt, og soleiðis verja føroysk rættindi ?

Svar:

Spurningarnir 1 - 6 verða svaraðir soleiðis undir einum:

Løgtingið samtykti 2. mai 2012, sí løgtingsmál nr. 79/2011, at heita á landsstýrið um at útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting og síðani at taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku og at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um skipan av føroyskum loftrúmseftirliti. Stutt eftir at málið varð samtykt í løgtinginum, varð farið undir fyrsta lið í hesi samtykt, t.e. at útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting.

Málið varð tikið upp við danskar myndugleikar á embætismannastigi á fundi 20. juni 2012. Hetta var á regluligum fundi millum Forsætismálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Á hesum fundi varð gjørd avtala um, at umboð fyri danskar og føroyskar myndugleikar saman skuldu lýsa, hvussu loftferðsluøkið er skipað umframt fyritreytirnar fyri eini møguligari yvirtøku av økinum.

Í skrivi dagfest 8. august 2012 kallaði Transportministeriet inn til fyrsta fundin í arbeiðsbólkinum, sum skuldi “udarbejde en beskrivelse og analyse af Færøernes muligheder for at overtage lufttrafikkontrollen over Færøerne”.

Fyrsti fyrireikandi fundurin var hildin í Transportministeriet tann 29. august 2012.

Á fundinum varð ein ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið við frágreiðingini skuldi skipast, og vóru partarnir samdir um at skipa arbeiðið í felag. Eisini varð avtalað, at Trafikstyrelsen skuldi fáa til vega faktuella grundarlagið undir frágreiðingini. Eitt uppskot um innihaldsyvirlit til komandi frágreiðingina var somuleiðis frammi á fundinum.

Føroysku umboðini í arbeiðsbólkinum hava á fundinum og eisini eftir tað sett fram ynski um nøkur viðurskifti, ið eiga at verða lýst neyvari enn upprunaliga varð lagt upp til. Millum annað verður kravt, at møguleikarnir fyri at skipa nýggj eftirlitsøki fyri flogferðslu (Flight Information Region) verða kannaðir neyvt. Tað er altjóða loftferðslufelagsskapurin ICAO (International Civil Aviation Organisation), ið hevur ásett, hvussu eftirlitsøkini við loftferðslu eru skipað kring heimin. Lítil ivi er um, at tað ikki verður lætt at býta slík øki sundur, tí rákið tykist vera tað øvugta. Ístaðin fyri at hvørt land sær hevur eftirlit við ávísum øki, verða størri regionalar eftirlitseindir skipaðar.

Føroysku umboðini í arbeiðsbólkinum halda somuleiðis, at tað er neyðugt at kanna, m.a. í samstarvi millum íslendskar og danskar myndugleikar, hvussu nógv flogfør flúgva ígjøgnum eitt møguligt føroyskt eftirlitsøki.

Danir hava fyri kortum sent til ummælis fyrsta part av ætlaðu frágreiðingini. Hesin parturin snýr seg serliga um, hvussu loftferðsluøkið formliga er skipað bæði á altjóða stigi og í ríkislóggávu. Enn vanta tó mest áhugaverdu partarnir av frágreiðingini, m.a. upplýsingarnar, ið nevndar eru frammanfyri, og sum hava stóran týdning fyri at kunna taka støðu til møguliga yvirtøku av eftirlitinum við loftferðsluni á upplýstum grundarlagi. Í skrivandi stund er tí ikki møguligt at svara fleiri av spurningunum, ið spyrjarin setir, m.a. um árlig gjøld, tal av arbeiðsplássum o.s.fr.

Frágreiðingin verður væntandi liðug seint í vár, og havi eg ta vón, at hon kann veita eitt trygt og upplýsandi grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu farið verður víðari við løgtingssamtyktini frá 2. mai 2012.

Upplýsast kann, at næsti fundur á embætisstigi verður í Føroyum tann 28. februar 2013.

Tað hevur ikki verið umrøtt at krevja part av árliga gjaldinum, meðan spurningurin um møguliga yvirtøku verður kannaður. Somuleiðis kann til spurning 3 verða nevnt, at landsstýrið ikki er vitandi um ætlanir at leingja ella gera nýggjar avtalur við nakran um at umsita loftrúmið yvir Føroyum. Vit hava í sambandi við henda fyrispurningin kannað málið hjá danska flutningsmálaráðnum, ið hevur váttað, at ongar ætlanir eru um at leingja ella gera nýggjar avtalur, ið á nakran hátt forða møguligari føroyskari yvirtøku av loftferðslueftirlitinum.

Í Tinganesi, 11. februar 2013

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður