Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Onki endurgjald verður kravt fyri bjargingartiltøk í Føroyum

Dan Klein --- 28.06.2018 - 08:01

Her hava Føroyar valt at fylgja teimum reglum, grannalondini hava á økinum, er svarið frá landsstýrismanninum, til  § 52a fyrispurning nr. 78/2017 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Fyrispurningur um tilbúgving og bjarging á landi, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1. Hvussu ofta hevur tyrlan luttikið í bjarging av útlendskum ferðafólkum seinastu trý árini? 

2. Hevur landsstýrismaðurin yvirlit yvir kostnaðin fyri tyrlutænastuna v.m., ið hevur staðist av, at fremmand ókunnufólk hava gingið seg í óføri, omandottin ella eru komin til skaða og hava tørva flutning við tyrlu nevnda tíðarskeið? 

3. Hvør ber útreiðslurnar, og verður allur kostnaðurin endurrindaður? 

4. Eru somu reglur galdandi í Føroyum sum í grannalondunum, tá talan er um endurrindan av útreiðslum fyri bjargingartiltøk? 

Svar: 

Til nr. 1. 
Skilt verður ímillum SAR hendingar (leiting og bjarging) og MEDEVAC hendingar (flutningur av løstaðum til sjúkrahús). 

Í 2015 luttók tyrlan í 8 MEDEVAC hendingum, har útlendingar vórðu fluttir av skipi til lands. Ein hending var viðvíkjandi leiting eftir einum útlendingi í fjøllunum. Samanlagt í 2015 vóru nýttir 20 tímar og 50 minuttir til hetta arbeiðið. 

Í 2016 luttók tyrlan í 1 MEDEVAC og 1 SAR hending á sjónum, har útlendingar vórðu bjargaðir til lands. 

Tað vóru 5 hendingar viðvíkjandi leiting og bjarging á landi, har útlendingar antin høvdu gingið seg í óføri ella vóru komnir til skaða í fjøllunum og 1 MEDEVAC hending, har ein útlendingur var omandottin. 

Samanlagt vóru í 2016 nýttir 11 tímar og 26 minuttir.
 
Í 2017 luttók tyrlan í 3 MEDEVAC hendingum á sjónum, har útlendingar vórðu bjargaðir til lands. Tað vóru 4 hendingar á landi í 2017, har útlendingar vóru burtur, komnir til skaða ella omandotnir. Samanlagt vóru í 2017 brúktir 8 tímar og 8 minuttir. 

Higartil í ár hevur verið 1 MEDEVAC hending á sjónum, har útlendingur er bjargaður til lands, og 4 hendingar har útlendingur hevur antin gingið seg í óføri ella er komin til skaða í fjøllunum. Higartil í ár eru nýttir 5 tímar og 46 minuttir.

Til nr. 2. 
Við heimild í løgtingslóg nr. 85 frá 22. mai 2015 hevur Fiskimálaráðið saman við Vinnumálaráðnum, vegna Føroya landsstýri, í juni mánaði 2015 skriva undir ein sáttmála við Atlantic Airways, tann sokallaði Tyrlusáttmálin. 

Sáttmálin er gjørdur sum ein fastpríssáttmáli. Tyrlutænastan kostar landinum kr. 44,4 mió. um árið, harav rindar Fiskimálaráðið 30,1 mió. kr. Fyri fasta gjaldið fær landsstýrið 750 blokktímar, av hesum eru 500 blokktímar til ferðafólkaflutning, 200 blokktímar eru til leiting, bjarging, venjing og sjúkraflutning, og 50 tímar eru eykatímar uttan kostnað. 

Gjaldið umfatar eina stand-by skipan, sum hevur við sær, at tyrlan er tøk til leiting, bjarging og sjúkraflutning alt árið, og at øll manningin í tyrluni skal lúka øll altjóða krøv til førleikar at veita eina slíka tænastu. Í fall tað er neyðugt við eykaflúgving, í mun til teir 750 blokktímarnar, skal keypari sambært sáttmálanum gjalda kr. 17.000,- fyri hvønn blokktíma. Enn hevur ikki verið neyðugt at gjalda eyka, tí tímatalið er enn ikki farið upp um tað, sum frammanundan er avtalað í sáttmálanum.
 
Til nr. 3. 
Víst verður til svar 2. Nei eingin kostnaður verður endurrindaður, men MRCC og Fiskimálaráðið fylgja neyvt við nýtsluni av blokktímum fyri at tryggja sær, at óneyðugar útreiðslur ikki standast av skipanini. 

Til nr. 4. 
Uttan at vita tað við 100% vissu, meini eg ikki, at vanlig mannagongd í Norðurlondum er at fáa endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við bjargingarátøk. 

Fiskimálaráðið hevur sent fyrispurning til Noregs og Íslands fyri at fáa útgreinað mannagongdina har. Í Noregi verður bert kravt endurgjald í fall tann, ið verður bjargaður, hevur víst serligt grovt ósketni. Hetta er tó ikki vanlig mannagongd, tí mett verður, at tað er brot á altjóða avtalur at taka gjald fyri bjarging. 

Í Íslandi verður skilt ímillum bjarging á landi og bjarging á sjónum. Bjarging á sjónum er sum grundregla altíð uttan endurrindan av kostnaði, tí hetta verður mett at vera ein altjóða skylda. Bjarging á landi verður tó til tíðir endurgoldin, men bert, tá talan er um bráðfeingis sjúkraflutning, eitt sokallað MEDEVAC av ES borgarum. Tá talan er um ES borgarar, finst ein skipan um endurrindan ímillum heilsutænasturnar í ES og EFTA londum. Ongin onnur skipan um endurrindan av kostnaði finst í Íslandi. 

Høgni Hoydal
landsstýrismaður