Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin verður frelstur av góðum gerningum eina, men hinvegin verður heldur ongin frelstur uttan góðar gerningar (næstakærleiksgerningar)

Hetta kann tykjast løgið, men er tað als ikki, tá greiða er fingin á tí innihaldsliga.. Fyrru útsøgnina hava mong hoyrt framførdað ferð eftir ferð, og mong hava tikið hana fyri fult og niðurprioterað ella strikað teir góðu gerningarnar, ið annars høvdu verið framdir. Stórt spell. Aftaná hava so – stórt sæð - bert verið teir gerningar, ið løna seg fyri ein sjálvan, eisini sjálvt um teir hava verið skaðiligir fyri onnur. Næstakærleikin er settur í skammikrókin, meðan egoisman blómstrar.

Lesa vit fyrst í Matt. Kap. 22 v. 35 – v. 40 og síðani í Jákupi kap 2 v. 26, so kunnu vit fáa greiði á, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er.

Fyrst Matt. : Og ein teirra, ein lógarkønur, spurdi hann til tess at freista hann: ” Meistari, hvat er hitt størsta boðið í lógini?” Men hann segði við hann: ”Tú, skalt elska Harran, Guð tín av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og øllum huga tínum!” Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum likt: ”Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.

Og Jákup skrivar: Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.

Sostatt fáa vit her heilt klárt at vita, at hægsta boð er tað dupulta kærleiksboðið: Vit eru einans trúgvandi um vit treytaleyst elska bæði Guð og næstan. Og uttan bæði er eingin vón. Eins og sagt verður á fólkamunni, at omanfyri inngongdina til tað Ónda stað stendur skrivað: Her letist øll vón úti.

Og tá spurt verður um, hvør okkara næsti er, fortelur Jesus søguna um hin miskunnsama Samariubúgvin , ið kann lesast í Luk. 10 v. 25 – v.37. Tann, ið lesur søguna fær meira burturúr, um hann veit, at Samariubúgvarnir vóru í lítlum metum millum jødarnir, tí teir vóru eftirkomarar frá jødum og babylonum frá tíðini í útlegd.

Av somu orsøk velur Jesus ein Samariubúgva, sum í søguni fremur næstakærleika. Tann, ið jødarnir sóu niður á, var verdur at síggja upp til. At presturin og levitturin riðu framvið hinum neyðstadda, var ikki tí, at teir vóru harðhjartaðir, men av tí teir vóru tempultænarar á veg til tempultænastu, og í slíkum førum máttu teir ikki røra við nakað óreint (soleiðis fyriskrivaði Móselógin), og hin yvirfalni var mettur at vera óreinur. Og harvið slær Jesus eisini fast, at nøstakærleiksgerningar standa yvir Móselógini. So vita vit, hvønn ómetaligan týdning Jesus leggur á nevndu gerningar. Teir eiga at vera tiknir fram um alt annað. Hvørki meira ella minni.

Og vit, sum hava fingið eitt ríkidømi, sum ongin endi er á, og sum eingin kann virðismeta, tí tað er ikki møguligt fyri okkum menniskju: lív og góða heilsu, alt til hús og heim, foreldur, mat og drekka, eina ríka jørð og eitt ríkt hav, djór á landi og eina lívgevandi sól, ja, eg kundi blivið við og við og við og roknað allar tær ríku gávur, vit hava fingið av og frá skaparanum. So hann skuldi sjálvandi verið lættur at elska: av øllum hjarta og av allari sál og øllum huga, sum skrivað stendur - og vit kundu samstundis verið glað og takka fyri óendaligan kærleika. Men tað knípur við hvørt. Verðin dregur meðan vit gloyma, hvør ið hevur gjørt og givið okkum alt. Men vit sum hava fingið alt, vit gloyma, at hann, ið hevur givið okkum alt vit eiga og hava, at hann hevur eini avgerandi boð til okkara um, at vit skulu elska okkara næsta og fremja næstakærleiksgerningar, tá brúk er fyri tí, og vit eru stødd har, næstin er staddur.

Men sjón gongur fyri søgn um, at egoisman hevur sigrað, Nógv vilja bert seg sjálvi. Hygg bert eftir politiska sjónleikinum har koyrt verður eftir leistinum: At hann, ið hevur, skal fáa, meðan frá honum, ið lítið hevur, frá honum skal sjálvt tað lítla verða tikið.

Trupulleikin hjá teimum er ikki tey vælbjargaðu m.a. millióningarnir, tí tey skulu fáa, men pensiónistar og tey 1500, harav nógv eru børn, ið liva á hungursmarkinum, skulu tjóðrast, har tey eru. Tey skulu fáa molarnir frá ríka mans borði 80 kr. til pensionistar og 240 kr. til børn á hungursmarkinum um mðr. Og onnur 1,9 % í lønarvøkstri soleiðis, at tey, ið forvinna 20.000 kr fáa uml. 400 kr. meira um mðr vaksandi til landsstýrismanna lønina upp á kr. 60.000 um mðr. , ið gevur 1100 kr. um mðr lagt aftrat lønini, um tey eisini fáa 1,9 %, og um tey í heila tikið eru nøgd við tað. Tey arbeiðsleysu skulu skrúva blussið niður, meðan tey ríku og yvirríku skulu verjast, so eingin fær meira frá teimum. Spyr Jacob. Eingin solidaritetur. Næstakærleiki er sostatt vorðin ein býur í Sibiria. Amen.

Men sum skrivað stendur: Hvat gagnar tað manni, um hann ognaðist allan Heimin, men mátti bøta við sál síni.** Í gomlum døgum, tá nógv skip gingu burtur, tá hjálptu føroyingar, einkjum og faðirleysum. Nógvar eru søgurnar um ein livandi næstakærleika, sum hvíldi á inngrógvnum kristnum livihátti. Tey vóru sjálv fátøk, men kendi hægsta boð og gjørdi næstakærleiksgerningar eftir førimuni. Tað er sera stimbrandi og hugvekjandi at kenna nakrar av søgunum. Tey vóru bæði gávumild og hjartagóð, tí tey átt lítið. Nú er nærmast viðvent..

Annars skal eg ikki skera øll yvir ein kamb: Frelsunnarherurin hevur í mong Harrans ár, prædika og hjálpt fólkið í neyð. Eitt fyrimyndarligt arbeiði. Blái og reyði krossur hava stríðst hitt góða stríðið og Í menniskjum góður tokki hevur somuleiðis gjørt eitt megnar næstakærleiksarbeiði. Kanska havi eg gloymt onkran, so eg biðji um umbering, um so skuldi verið.

Um týdningin av, at fremja næstakærleika, kunnu vit lesa í Matt. kap. 25 v. 31 – v. 46.

Har stendur, at tá menniskjasonurin kemur aftur (á dómadegi), tá skulu øll fólkasløgini koma saman framman fyri honum, og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum. Seyðirnar skal hann seta høgrumegin og geitirnar vinstrumegin. Síðani skal hann siga við tey, ið standa høgrumegin: ”Komið higar tit vælsignaðu hjá faðir mínum, og fái ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað!

Síðani sigur hann, at hann var svangur, og tey góvu honum at eta, at hann var tystur, og tey góvu honum at drekka, og hann var ókunnigur, og tey hýstu honum, hann var nakin, og tey klæddi hann, hann var sjúkur, og tey vitjaðu hann, hann sat í fangahúsi, og tey komu at finna hann.

Tá fara tey at spyrja menniskjasonin, nær tey hava gjørt alt tað, sum hann hevði sagt, at tey høvdu gjørt. Og menniskjasonurin sigur tá: ” Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, so hava tit gjørt tað móti mær.”

Síðani fer hann at siga við tey, ið standa vinstrumegin: ” Farið burtur frá mær, bannaðu tit í hin æviga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara, tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta, og eg var tystur, og tit góðu mær ikki at drekka og soleiðis frameftir eftir sama leisti sum áður, men munurin er tann, at hesu ikki hjálptu næstanum, tá hann trongdi til tað.

Og hesu spyrja eisini, nær sóu vit teg svangan osfr. Og tey fáa sama svar sum hini, burtursæð frá tí avgerandi muninum, at tey ikki hava gjørt tað, tey áttu at havt gjørt móti einum tí einasta av minstu brøðrum hansara, og sostatt hava tey heldur ikki gjørt tað móti honum.

Og kap. endar við v. 46: Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísi til ævigt lív.

Næstakærleiksgerningar eru sostatt altavgerandi fyri æviga revsing ella ævigt lív. Hetta átti at sæst betri aftur í dagligdegnum, enn tað ger. Men egoisman hevur sigrað ”ad H til”, sum danir plaga at siga, so teir góðu gerningarnir – næstakærleiksgerningarnir mestsum hvørva í meldrinum, men teir eru har.

Vit hava fingið sligið fast, at trúgv og gerningar hoyra óloysiligt saman. Trúgv uttan gerningar er deyð, og gerningar uttan trúgv hevur einki við kristindómin at gera. So vita vit tað.

Men øll støðutakan er eftir okkara fría vilja. Ongin verður noyddur til nakað sum helst. Hvør einstakur setur sína egnu kós: vandakós, sigurskós ella undirgangskós.

Ábyrgdin er tín og bert tín.

Og valið er títt.

Dagfinnur Danbjørg.