
Ongin stuðul til privatar miðlar, ið ikki virða skrivi- og talufrælsið
Eirikur Lindenskov blaðstjóri á sosialinum skrivar mik. 30. nov. í oddagreinini um fjølmiðlaøkið, har hann endar við at skriva: - Enn bíðar so stuðulin til privatar miðlar.- Við mínum royndum við Eiriki á sosialinum, so kann eg ikki lata vera við at skriva tað, eg her skrivi: Eirikur og sosialurin eiga absolut ikki at fá so mikið sum eitt klovið oyra í stuðuli fyrr enn Eirikur - sum blaðstjóri - hevur skrivað undir upp á, at hann og blaðið fult út virða skrivi- og talufrælsið, og at teir missa stuðulin í stundini um avtalan verður brotin.
Lat hetta verða nokk fyri fyrst.
Dagfinnur Danbjørg.