![](/myndir/myndin-17266_r_705_0.jpg)
Ongin samskipari til rehabilitering og ófullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir
Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein tvørfaklig skipan í heilsu- og almannaverkinum, og ongar fullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir verða gjørdar fyri sjúklingin. Ongin tvørfaklig samskipan er millum ymsu økini í heilsuverkinum og almannaverkinum, heldur ongin skipað ráðgeving, og tí er ógjørligt at gera ein samanhangandi og málrættaðan innsats fyri sjúklingin, og tí mugu tey avvarðandi taka yvir leiklutin sum samskipari
Vantandi tvørfaklig samskipan í heilsu- og almannaverkinum
Felags fyri øll óhjálpin og avvarðandi er, at tey
fáa ikki tað teimum tørvar, og vanliga fyriliggur als ongin tvørfaklig
rehabiliteringsætlan.
Skal ein t.d. hava 4 ferðir fysioterapi um vikuna, verður hægst veitt
venjing 2 ferðir, og í feriu er nærum onki. Taluundirvising verður ikki veitt -
so at endurvinna møguleikan at samskifta er nærum ógjørligt.
Hægsta ynskið hjá sjúklinginum er at koma fyri seg aftur, og fáa møguleikan at
verða maki og foreldur aftur, og at sleppa til arbeiðis, ella út í samfelagið -
kanska ikki í sama mun sum áður, men út millum onnur fólk at virka.
Ongin skipan tekur hond ella ábyrgd av óhjálpnum ella familjuni - søkjast skal í hvørjum einstøkum føri.
Vit kunnu ikki halda fram við at bjóða okkara sjúklingum og teirra avvarðandi hesar umstøðurnar.
Ófullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir
Tað, sum óhjálpin og avvarðandi hava tørv á er ein
rehabiliteringsætlan frá sjúkrahúsinum ella tí eind, sum varðar av økinum.
Henda rehabiliteringsætlan eigur greitt at vísa, hvønn tørv sjúklingurin hevur, s.s. fysioterapi, ergoterapi, taluundirvísing, psykolog, sosialráðgeving, kostráðgeving, persónliga røkt og stuðul, heimahjálp, sjúkrarøkt, hjálpartól o.a. fyri at koma fyri seg aftur. Tá sjúklingurin verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, skulu øll hesi viðurskifti verða lýst og raðfest. Endamálið má greitt verða, at tað er gerandisdagurin hjá sjúklinginum, sum er í fokus.
Sjálvt um eitt eiti av einari rehabilteringsætlan fyriliggur, so er ongin trygd fyri, at henda verður fylgd ella gjøgnumførd - hetta vegna vantandi tvørfakliga innsatsin og vantandi játtan.
Starvsfólkini standa fyri skotum
Vit hava nógv sera dugnalig starvsfólk. Heldur ikki kunnu
vit bjóða hesum starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og ymisku
støðunum, ikki at kunna veita nøktandi tænastur til teirra viðskiftafólk.
Vit síggja tíverri stóra starvsfólkútskifting innan flest øll hesi øki. Ein av orsøkunum til, at tey siga upp er, at tey klára ikki at liva við, hvussu líðingarnar og umstøðurnar eru úti í samfelagnum - og tey fáa ikki veitt neyðugu hjálpina.
Yvirflóð av pengum í almennu kassunum
Ongantíð hava vit havt so nógvan pening í okkara samfelag
sum nú - ja, almennu kassarnir flóta yvir í peningi.
Men hóast yvirflóð av pengum kunnu vit metast sum eitt uland á rehabiliteringsøkinum í mun til okkara grannalond. Tað er tí ikki í lagi, at rehabilitering ikki verður raðfest politiskt.
Politiskir málsetningar og raðfestingar skulu til
Tørvur er á politiskum málsetningum og raðfestingum, sum
tryggja øllum óhjálpnum borgarum eina skipaða rehabilitering.
Hetta er neyðugt skulu vit framhaldandi kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har øll skulu hava tað gott og kunnu trívast.
Rósa Samuelsen