Ongin nebbasild, men lodna fingin inni á firðunum
Magnus Heinason er júst afturkomin av nebbasildakanningum. Líka undir 4 kg av nebbasild varð fingin á teimum 11 tovunum, sum vóru gjørd á túrinum. Meginparturin av hesum var havnebbasild. Ongin nebbasild varð fingið inni á firðunum, men harafturímóti var lodna fingin á Skálafjørðinum, í Haraldssundi, á Rituvík eins og hon var fingin útiá norðan fyri Viðoynna og eystan fyri Dalsenda á Sandoynni.
At fáa lodnu í hesum nøgdum og bæði útiá, eins og inni á firðum og sundum hava vit ikki sæð fyrr; tó ber enn ikki til at siga, hvussu stórar nøgdir talan er um. Fleiri lodnur vóru gýtandi . Gitt verður, at hendan lodnan møguliga er rikin inn á føroyska landgrunnin úr Íslandi.
Eisini fingu vit yngul av lodnu, knurrhana, steinbíti og fjaðragrúki á firðunum. Hesi yngul verða ikki fingin á árligu yngulkanningunum hjá Magnusi Heinasyni, av tí at tann túrurin er seinni á árinum, og tí er hetta eisini nýggj vitan um vistfrøðina á innaru leiðum á føroyska landgrunninum.
Les túrfrágreiðingina her.
Myndir frá túrinum síggjast eisini á instagram vanganum @nebs.cod .