Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin manipulasjón

Átaksleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, Hans Dávid Hansen, leggur eftir Degi&Viku fyri at manipulera í einum innslagi, sum segði søguna, um tá ið manniningin á pólsku jaktini Rzeszowiak kom í land av Brimli.

Fyrst er neyðugt at undirstrika, at har verður einki manipulerað.

Í journalistikki er neyðugt at klippa. Vit klippa millum fleiri støð og vit klippa eisini í tíð, soleiðis at hendingar og søgur kunnu sigast uppá nakrar fáar minuttir.

Støðan hendan dagin var tann, at Brimil kom á Havnina við átta av manningini á Rzeszowiak, harav ein av manningini var deyður. Líkið varð borið í land fyrst, og seinni kom restin av manningini. Dagur&Vika spann ongan enda burturúr hesum, hvørki tann eina ella hin vegin. Tað varð bara klipt í tí raðfylgju, sum tað hendi.

Síðani leggur Hans Dávid Hansen Dag&Viku undir at hava sagt, at borgarstjórin bað um myndatøku á staðnum, men tað er ikki so. Dagur&Vika hevur onki sagt um, at borgarstjórin bað um myndatøku. Vit søgdu, at Heðin Mortensen gekk á odda og syrgdi fyri, at ein góð felagsmynd var tikin. Tað vísa myndirnar eisini greitt at borgarstjórin ger.

Hans Dávid Hansen er átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, og í sínum starvi er tað hann, sum kemur á staðið saman við borgarstjóranum. Átaksleiðarin fýlist á, at Dagur&Vika valdi ikki at senda samrøðuna við borgarstjóran. Tað er heldur ikki rætt. Borgarstjórin var í einum sjónvarpsinnslagi á heimasíðu Kringvarpsins, sum varð lagt út mikudagin. Samrøðan við borgarstjóran var ikki endurnýtt í samanumtøkuni hóskvøldið, tí tað var alment kent tá, at pólska manningin búði á Hotel Føroyum.

Innslagið av bryggjuni, sum vit sendu hóskvøldið, er so reint sum til ber. Tað er tað sum hendir á staðnum. Borgarstjórin gongur á odda fyri pólsku manningini í land, og hann gongur á odda at syrgja fyri eini felagsmynd.

Samskiftisráðgevin hjá borgarstjóranum er á staðnum og tekur myndir av tí sum borgarstjórin ger. Sama dag sendir hann út eitt tíðindaskriv, har borgarstjóran sæst gera tað sama sum í innslagnum í Degi&Viku. Samskiftisráðgevin sæst eisini taka myndir í innslagnum hjá Degi&Viku.

Her er einki manipulerað. Hatta er tað sum hendi hasa løtuna, tá ið manningin á Rzeszowiak kom í land av Brimli.

Høgni í Jákupsstovu

redaktørur, Dagur&Vika