Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin kann tæna tveimum Harrum

Mangur mann hava ilt við at skilja, hvussu túsundavís av guðstænastum og andaligum fundum við milliónum av orðum gjøgnum mong mong ár - stórt sæð - einans vísa seg at hava sera lítið árin á gerandisdagsins gerningar. Tí mong hava - hóast ørgrynnu av orðum - at síggja til, hvørki góðtikið ella fata dýbdina í dupulta kærleiksboðnum, sum annars er fundamentið undir øllum kristnum lívið og virki. Tí uttan hægsta boð hevði kristindómurin als ikki verið til, so einkult er tað.

Men útinti kristindómurin vísir seg ikki uttan víðari at rúma Sannleikanum longur, men er vorðin eins og allar heimsins religiónir, ið rúma eitt hav av sannleikum, eins og mong t.d. kenna frá jødadóminum, ið inniheldur eini 600 – 700 boð og forboð, ið helst skulu haldast, um nakað gott skal spyrjast burturúr. Kristindómurin hevur Kristus, ið sjálvur sigur seg vera: ikki ein av mongum vegum, men Vegurin, ikki ein av mongum sannleikum, men Sannleikin, og heldur ikki eitt lív av mongum, men Lívið.

Religiónsforvirringurin viðførir, at Heimsins høvdingi við øllum heimsins freistingum verður valdur frammum Sannleikan, meðan eginkærleikin verður settur í hásætið. Pappageykaorð, varra- og bókstavsboðskapur krydraður við himmalvendum eygum, foldaðum hondum og rótføstum eginkærleika ger støðuna bara nógvar ferðir verri og skapar bert ein babylonskan forvirring.

Mong láta til tíðir sum um, at tey eru góð kristin, serliga tá tey skulu uppnáa nakað, ella eisini har tað best betalir seg at láta sum um, sjálvt um tey annars í praksis í gerandisdegnum hava valt at fylgja Høvdinga heimsins, tí hetta næstan altíð gevur betri atgongd til makt og mammon. Vanligur sjónleikur.

Og Gott mit unz, segði mordarin, kúgarin og týnarin mikli, sum sjálvur vildi vera Heimsins Høvdingi, og mong sokallað kristin, men í veruleikanum religiøs í ymsum sjálvgjørdum útgávum, fylgdu honum. Eins og gjørt hevur verið bæði áðrenn og aftaná. Eisini nakrir religiøsir føroyingar taldust og teljast millum høgravendu ekstremistarnar Men eingin kristin, tí tað hevði verið ein alt ov stór mótsøgn, tí tað fer ongantíð at verða møguligt at tæna tveimum Harrum.

Sami sjálvútnevndi høgraekstremi Heimsins Høvdingi tvangsflutti ymiskar minnilutar: jødar, sigoynarar og samkynd í týningarlegur har tey vórð pínd, svøltaði og gassaði. Og tað, sjálvt um øll eisini tá kundu lesa: Tí tað, tit gjørdu móti einum av minstu brøðrum mínum, tað hava tit eisini gjørt móti mær. Og síðani: Komið við mær tit vælsignaðu ella farið frá mær bannaðu tit – alt eftir, hvussu tey hava borðið seg at móti hansara teimum minstu, meðan tey livdu. Og hóast kunnleika til kjarnuna í kristindóminum, sum er unik – sjálvt um hugt og kannað verður bæði væl og virðiliga í øllum heimsins religiónslærubókum – so verða minnilutar framvegis ekskluderaðir frá tí 'góða selskapinum', eisini í dag og eisini hjá okkum av religiøsum fundamentalistiskum fanatikarum, sum einki hava lært, og tí einki hava gloymt. Syrgiligt.

Okkara kristna skylda er ongantíð at kúga og útskilja, men at samla, verja og hjálpa teimum, ið tørv hava á tí. Hvat religiøs finna upp á, er ringt at verja seg ímóti, men vit hava skyldu til at verja tey smáu nær og hvar, tað skal vera. Bert at hyggja at, ella at venda blinda eyga til, er tað sama sum at góðtaka órættin.

At láta sum um gerst meginreglan, tí tað – sum áður nevnt - gevur persónligar ágóðar og annars nógvar aðrar verðsligar fyrimunir. Girndin fjalir útsøgnina: Tí – sum kunnugt - hvat gagnar tað manni, um hann vann allan Heimin, men mátti bøta við sál síni? Tílíkt hevur- at síggja til - eins lítlan týdning millum religiøs og boðið um næstakærleika hevur millum tey varrakristnu. Orð, orð og aftur orð, men ongar grundleggjandi atferðarbroytingar sum samsvara orðunum. Rullandi sjónleikur, ið einans ger vanlig fólk í ørviti, men tað er kanska eisini meiningin. Tragedian hóttir.

Kierkegaard filosoferar um støðuna og fortelur, at fólkið ikki tekur ávaringarnar í álvara og tí mugu gjalda fyri tað - enntá við lívinum. Hann fortelur um, at einaferð vóru mong fólk farin at síggja sjónleik. Meðan sjónleikurin koyrir sum best, kemur eldur í leikhúsið. Ein sjónleikari trínur fram á pallin og rópar, at eldur er í. Og fólkið klappar. Løtu seinri kemur hann aftur og rópar enn harðari, at eldur er í, men fólkið klappar bert harðari og longri enn fyrstu ferð. Nú sær sjónleikarin til sína stóru ræðslu, at fólkið ikki tekur hann í álvara, men halda tað vera skemt, so hann herjar á á triðja sinni og gevur tað, hann orkar við rópum og faktum, men fólkið tekur tað sum sera góða upptraðkan, so tey rópa, trampa og veittra ímóti honum við ørmunum. Og soleiðis brendu øll inni. Tey skiltu ongantíð álvaran og máttu tí gjalda hægsta prís. Og soleiðis fer at verða, tá tíðin er komin, heldur Kierkegaard. Og tað er tíverri nógv, ið týðir upp á, at hann hevur rætt.

Hoyrið menn og kvinnur til løgtingsval, og fylgið síðani við í teirra politisku avgerðum. Øll siga seg fyri valið - vilja fólkinum væl – serliga teimum veiku -, men vit kunnu skjótt finna út av, at í praktiskum lógararbeiði virka mong av teimum sum heimsins høvdingasynir og -døtur við øllum tí órættvísi og kúgan, ið fylgir við. Hetta skuldi verið lætt at sæð í støðuni, sum er. Geva seg út fyri at vera, - men eru – vísir seg ofta at vera tvey ógvuliga ymisk fyribrigdi. Ein skuldi trúð, at talan er um nærmastu familju hjá kamælónunum.

Og fyri at rættvísgera órættvísið og kúganina tvíhalda tey um, at góðir gerningar onki hava upp á seg. Hetta kann tykjast løgið, tí harvið er tað fundamentala svikið kortlagt og opinbera av teimum sjálvum. Tí Lívsins skapari hevur sjálvur givið kærleiksboðini og sigur: Tú skalt elska Guð, og tú skalt elska næstan sum sjálvan teg. Og Jákup slær fast í brævi sínum, at trúgv uttan gerningar er eins deyð og eitt likam uttan anda. Kann tað sigast meira klárt?

Onki við, at tú kanst, um tú vilt ella hevur tíð, ella bert tá tú heldur, at tað er rætt, og tú annars onki annað veit ella hevur at gera. Og heldur onki við, at kærleiksgerningar onki hava upp á seg. Tí Lívsins skapari hevur eisini sagt og sigur, at tá hann kemur aftur, skal hann býta øll fólkasløgini í tveir bólkar. Tey, ið á ymsar hættir hava hjálpt næstanum, tá næstin hevur havt brúk fyri tí, skulu standa øðru megin, og fáa at vita, at tað, tey hava gjørt móti einum av minstu brøðrum hansara, tað hava tey eisini gjørt ímóti honum. Og tí verða tey boðin inn í Ríkið hansara, har tey altíð skulu verða saman við Honum.

Meðan hini, ið ikki hava rætt hond frá síðu, tá næstin hevur havt tørv á tí, fáa eftir frágreiðingina at enda at vita, at tey skulu fara burtur frá honum til æviga revsing. So heldur ikki í hesum sambandinum krevjast tær heilt stóru gávurnar fyri at kunna fata, hvat ið er upp ella niður. (Um nakar ivast, so les Matt. 25 v. 31 – v. 46).

Hvat við mantraðinum hjá mongum: Frelstur við trúgv – gerningar hava onki upp á seg? Heldur henda útsøgn nakrastaðni? Nei, tað ger hon als ikki. Tí - sum eisini skrivað stendur -, antin ert tú við mær, ella eisini ert tú ímóti mær, og so er tað upp til hin einstaka at velja. Og valið er bæði títt og frítt, tí Meistarin vil ikki tvinga nakran til annað, enn tað hin einstaki vil, av tí einklu orsøk, at hann ikki ynskir at hava trælir í sínum Ríkið.

Men sum eg eisini byrjaði við at skriva, so er stóri spurningurin: Hvussu ber tað til, at hóast oceanir av orku eru lagdar í, at fáa boðskapin livandigjørdan á sama reina og rætta hátt, sum hann av fyrstan tíð var givin okkum, hvussu ber tað tá til, at hægstu boðini verða tilsíðissett, og fyri næstankærleikans viðkomandi devaluerað og gjørd til nakað, ið kann útinnast, soleiðis sum mann sjálvur finnur tað fyri gott? Og hví verður kristindómurin ikki verandi kristindómur, men transformeraður til religión?

Kanska onkur kann greiða okkum frá, hví skilið ella - kanska rættari sagt – óskilið er, sum tað er, og geva boð upp á, hvussu kærleiksboðini kunnu gerast virkin í dagliga lívinum, soleiðis sum Meistarin gav boð um, at tey skulu vera.

Eitt er vist, og tað er, at nevndu kærleiksboð í praksis høvdu framt undurverk og samstundis lyft samfelagið upp á eitt nógv hægri menniskjansligt støðið. Tað hevði hita mangt hjarta og verðið eitt satt vælsignilsi, akkurát soleiðis sum tað eisini av fyrstan tíð frá lívsins skapara var ætlað.

Dagfinnur Danbjørg.