Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin hassj-flokkur herfrá!

Dan Klein --- 10.02.2018 - 09:16

Lat meg sláa tað fast, við kvestum og spískaðum stáldragarum, at Hallur Hjalgrímsson Djurhuus ikki hevur í hyggju at seta á stovn ein hassj-flokk sum in.fo leggur upp til. Haldi at áðrenn tey misstolka tað eg, Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, segði í Góðan morgum Føroyar á KVF, kundu tey líka sett seg í samband við meg, fyri at fingi av ella ásanna, um tað var so. Hallur Hjalgrímsson Djurhuus vil hava løgtingi at gerða tað sum er rætt at gera, hvørt sum eitt minimum er at legalisera kannabis sum heilivág. 

Vit liva í dag í einum landi, sum stillar illa sjúk fólk fyri dómstólar; tað er sjálvsagt Klaksvíks kvinnuna, Gunnvá Tróndardóttir Joensen ið eg sipi til her, fyri at hava innflutt 25 sjokolátabønir úr Danmark við kannabis í, og tað er ikki ok. eg haldi, at hassj er eitt ljótt umboð fyri eina so vakra og hjálpsama plantu, sum kannabis plantan er. 

Tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at hassj er ein andstyggjilig avleiðing av einum kannabis forboði sum ongantíð hevur, og ongantíð fer at rigga. 

Einasta gongda leiðin er at avkriminalisera, regulera og síðani legalisera kannabis plantuna. Sum støðan er nú, ger forboði tey sum nýta tað til kriminell, og ger tey sum innflyta tað til millióningar; er tað ok? Eg eri sjálvur í tí “hepnu” støðu, at tað rúsevni eg innímillum nýtið, longu er legalt. 

Eg sipi til alkohol, og eg kann keypa og nýta tað tá og sum tað passer mær. Og okkurt er sum sigur mær, at tað eisini er “yndis” rúsevni hjá nógvum av teimum sum sita á okkara høga tingi, tí alkohol-lógávan verður við jøvnum millumbilum liberalisera enn meiri. Eisini er tað eitt rúsevni ið hevur nógvar lagnur uppá samvitskuna, og hevur lagt nógvar familjur í skeljasorð. Haldi ikki at nakar kann siga tað um kannabis, banni hevur.

So tá nógv av teimum sum sita á tingi, tosa um at fólk kunnu gerast bundin av kannabis, so síggi eg tað sum fávitsku, eitt “spæl fyri gallarínum”, og dupult moralskt sum dagurin er langur. Tey eru líka bundin av alkoholi, sum vanligi rekreativi brúkarin av kannabisi, er av sama.

Haldi nú uppat við dupultmoralinum og vrøvlinum, og gerði tað tit eru vald til, gerði tað sum er sømiligt og rætt at gera ... um ikki annað so í hesum málinum.

Við virðing

Hallur H. Djurhuus