Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin føroyskur matur í donskum fongslum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Ríkisumboðnum í Føroyum, ein skrivligan fyrispurning um vantandi møguleikar hjá føroyingum í donskum fongslum at fáa føroyskan mat

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvørjar ítøkiligar forðingar og avmarkingar eru í vegin fyri, at ein føroyingur, sum situr ein dóm í einum donskum fongli, kann eta føroyskan mat?

2.    Hví eru ikki somu reglur galdandi fyri føroyingar og grønlendingar, sum sita dóm í donskum fongslum - hví eru lond í Ríkisfelagsskapinum ikki líkastillað hesum viðvíkjandi?

3.    Hvør kann loysa hesar trupulleikar um forðingar fyri at eta føroyskan mat? 

4.    Hvørjar ætlanir eru um at broyta verandi mannagongd og reglur fyri føroyingar?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at føroyingar, sum sita dóm í donskum fongslum, hava ikki møguleika at móttaka og eta føroyskan mat í donskum fongslum. 

Hetta er í veruleikanum at skjera rættin hjá einum menniskja til at kunna njóta nøkur grundleggjandi rættindini, sum at kunna eta tann mat, sum ein er uppvaksin við og følir seg væl við. 

Mær er upplýst, at eitt nú grønlendingar, sum sita dóm í donskum fonglum, ikki hava somu avmarkingar og kunnu frítt eta sínar heimligu matrættir.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at føroyingar eiga sum partur av Ríkisfelagsskapinum ikki at vera fyri skerdan lut at kunna gera nýtslu av sínum heimligu matrættum. 

Vónandi kunnu hesar reglurnar broytast, og tí verður hesin spurningur settur Ríkisumboðnum í Føroyum.

Sambandsflokkurin