Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongi vitnir sluppu í rættin

Ein maður bleiv dømdur hálvt annað ára fongsul fyri at hava neyðtikið kvinnu av øðrum etniskum uppruna. Maðurin kærdi dómin, og dómarin avgjørdi, at maðurin skuldi latast leysur, til sakin var endaliga avgjørd. Men tað heilt óvanliga hendi, at ákæruvaldið kravdi, at maðurin bleiv sitandi í fongslinum, og kærdi avgerðina hjá dómaranum um, at maðurin skuldi latast leysur. Hann skuldi verða sitandi fyri at styrkja um rættarkensluna hjá teimum uttanfyri, segði Linde Hasselberg, ákæri.

Landsrætturin gav ákærumyndugleikanum viðhald, og maðurin hevur sostatt sitið fongslaður, sjálvt um dómurin er ógyldaður, til hann antin verður staðfestur, ella at maðurin verður frídømdur. ** Tað skal landsrætturin taka avgerð um seinni í oktober mánaða.

Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í hetta mál, sum tó líkist einari gølu. Kvinnan, sum er av øðrum etniskum uppruna, hevur fleiri ferðir fyrr meldað aðrar fyri neyðtøku, men er ikki tikin í álvara. Ein av orsøkunum kann vera, at hon tostar illa, og so sleppur innara skinkan leys.

Tað kann vera, at portørurin var meistari í bodybuilding, men tey bæði vóru fødd lystilig og høvdu hormonløðingar so sterkar, at tær saktans kundu røkka so langt upp á Ricther-skálan, at tað í minsta lagi skuldi eitt spreingiloyvi til at avmontera bumbuna.

Men summar kvinnur føra seg fram, sum mannátarar í Ný Guinea, og hendan var onki undantak. Tað var so álvarsamt, at maðurin fekk varhugan av, at kvinnan var hungursstungin, og ikki hevði fingið at eta í mánaðir. Hon beit hann í bæði í arm og bringu.

Hetta tók manninum so fast, at stívpinnurin bognaði. Hormon-dansurin var blivin til krígsdans í einari týningarlegu. Knappliga føldi hann seg eisini, at vera í klørnum á einari kvinnuligari útgávu av Dr. Mengele. Hann píndist, og hetta mátti halda uppat. Maðurin byrjaði at lata seg í klæðini. Hevði fingið ríkiliga nokk.

Møguleiki er at lesa alla greinina við at keypa blaðið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Eru tað haldarar av pdf´útgávuni, sum av einhvørjari orsøk ikki hava fingið blaðið, verða hesir bidnir um at venda sær til redaktiónina, ella at senda okkum ein teldupost til: oyggjat@olivant.fo

Hava fólk áhuga í at gerast haldarar av blaðnum, og fáa tað sendandi regluliga við telduposti, so kann hald teknast her: oyggjat@olivant.fo

Tað kostar kr. 150,00 um kvartali. Konto í peningastovnunum.

 

Add to Cart