Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongastaðni at fara

Soleiðis sum eg skilji støðuna við liðugtviðgjørdum fólkum á psykiatrisku deild og á Landssjúkrahúsinum, ið ongastaðni hava at fara, tá tey eru liðugt viðgjørd, so snýr tað seg fyrst og fremst um heimleys.

Sum eitt ríkt og sokallað kristi land, ið søguliga sæð - eisini í fátæksligari tíðum - hevur hjálpt, har fólk eru komin illa fyri ella í neyð, so eigur politiski myndugleikin at fremja eina loysn, sum ger, at okkara heimleysu kvinnur og menn skjótast tilber kunnu fáa tak yvir høvdið og húshjálp í tann mun, tørvur er á tí.

Á tann hátt fáa tey heimleysu eitt stað at vera, meðan pláss verður fyri fleiri sjúklingum á áðurnevndu sjúkrahúsum. Í hesum sambandi eigur eisini at verða kannað, hvussu mong heimleysu eru íalt í øllum landinum, tí tað er ikki ókent, at nøkur búgva í húsvognum ella líknandi, tí tey onki annað stað hava at halda til í.

Ein politisk loysn, má eisini taka hædd fyri hesum.

Við neyðugari vitan kann gerast ein samlað loysn.

Tí eg var heimleysur, og tú hýsti mær.

Dagfinnur Danbjørg.