Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongantíð hevur tað verið so greitt sum nú

Fundur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 27.10.15

Nú eri eg so ungur í hesum felagsskapi, at smædni fær meg at aftra meg at taka orðið, men noyðist eg tó at royna at siga nakað.

Sum formaður okkara segði í síni framløgu av valskránni upp undir løgtingsvalið 2015, so er ynski um sjálvstýri sjálvur arvastrongur okkara. Hetta er tað vit hava arvað frá okkara forfedrum. Grímum Kamban setti búgv her tí hann sjálvur ynskti at skipa fyri sínum viðurskiftum. Tá vit gjørdust ein partur av fosturlandinum Noreg ynsktu vit eisini at stýra hesum landi. Tí halda vit ólavsøku fyri at minnast Ólav halga, sum í bardaganum á Stiklastøðum læt lív fyri at forða útlendskari uppílegging. Tá vit í 1450 gjørdu ein samveldissáttmála við Danmørk, treytaðu vit okkum, at vit skuldu hava fult sjálvstýri og eins nógva ávirkan á uttanrikispolitikkin sum Danmørk hevði.

Men so seint sum meðan Nólsoyar Páll var uppi á døgum, varð ein av landsmonnum okkara á bjørgvinarleiðini hálshøgdur fyri at virka fyri sjálvstýri. Í 1814 misti ríki okkara 15% av vídd síni, tí hesin partur varð lagdur saman við Svøríki, men vit sótu framvegis í donsku spennitroyggjuni.

Í 1849 fingu danir sjálvstýri, men teir valdu eina stjórn, sum fullkomuliga ólógliga forðaði ríki okkara at fáa tað sjálvstýri, vit høvdu rætt til. Teir útnevndu embætismenn, sum skuldu halda okkum fjøtraði føst. Teir forðaðu okkum at fáa at vita hvørji rættindi vit høvdu, og lugu fyri okkum at vit ikki vóru eitt serstakt ríki, sum teir høvdu givið rætt til at hava sjálvstýri. Av øllum alvi royndu teir at fáa okkum at viðurkenna danska málið sum okkara móðurmál.

Men knotur vóru í okkara forfedrum. Hóast teir ikki fingu sannar upplýsingar um rættarstøðu okkara, fingu teir so nógv at vita, at teir ikki vildu dvína fyri hóttum. Hetta gjørdi Nólsoyar Páll ikki, og Føringafelagsmenninir komu saman í tinghúsinum annan jóladag 1888 fyri at verja okkara mál og siðir, og tóku saman hendur fyri at tryggja, at vit kundu standa saman fyri at gerast sjálvbjargnir.

Mótstøðan hevur verið stór. Fremsta vápnið hevur verið at fáa spjaðing í lag okkara millum. Hetta er ein roynd list: fá spjaðing í fylkingina hjá andstøðinginum, so tú kanst vinna á honum. Gomlu rómverjar søgdu sum kunnugt: divide et impera.

Fyrsta stigið í hesi tilgongd var at forða, at tey 85% av tí norska ríkinum, sum vóru saman við Danmørk eftir 1814, kundu samstarva. Her ráddi fyrst og fremst um at fáa Ísland burturúr, tí har búðu flest fólk, og tey høvdu góðan lærdóm. Hetta gekk sum eftir ánni, og í 1918 eydnaðist at fáa íslendingar burtur úr ríki okkara uttan at grønlendigar og føroyingar yvirhøvur vórðu spurdir eftir. Hetta var eitt greitt brot á sáttmálan, Danmørk hevði gjørt við okkum um ikki at leggja upp í okkara viðurskifti.

Nú ráddi um at forða fyri, at samstarv kom í lag millum grønlendingar og føroyingar. Hetta hevur verið roynt í skjótt hundrað ár, men enn er ikki rættiliga komið á mál hjá teimum. Enn er støðan tann, at sambandssáttmálin millum partarnar sigur, at talan er um ein ríkjafelagsskap millum tvey ríki. Tað danir nú óttast, er at grønlendingar og føroyingar finna út av hesum og taka upp samvinnu fyri at fáa tað sjálvstýri, vit hava rætt til.

Fyri at forða fyri hesum hava donsku imperialistarnir roynt góðar gamlar snildir: Pengar!

Afturat tí uppílegging, sum teir fremja við at hava embætismenn her, sum hava skyldu til at leggja upp í okkara viðurskifti fyri danska embætisvaldið, so leggja teir seg út í okkara viðurskifti við at at gjalda okkum pening. Fyri at fáa enn meir split í millum grønlendingar og føroyingar geva teir grønlendingum nógv meir enn føroyingum!

At tað bert er fyri at sleppa at ráða yvir okkum, at pengarnir verða sendir til okkara, er eyðsæð.

Ongantíð hevur tað verið so greitt sum nú.

Viðhvørt verður sagt, at orsøkin til at pengarnir verða sendir til okkara er tann, at vit eru so fátæk, og at teir ríku danirnir eru so góðir við okkum, at teir halda at vit skulu leskast við hesum bitunum.

Men nú fáa vit eina milliard frá dønum, og tølini vísa, at okkara inntøka, BTÚ, fyri hvønn íbúgva er hægri enn tann hjá dønum. Tað vit siga, at teir fátæku danirnir gjalda eina milliard til teir ríkaru føroyingarnar.

Men føroysku politikararnir labba alt hetta í seg.

Sjálvstýrisflokkurin gekk við til heimastýrislógina tí hann helt, at samstarvsflokkar hansara meintu tað teir søgdu, tá teir lovaðu, at vit skuldu taka sjálvstýri so hvørt ráðini vóru til tað. Í 1951 setti flokkurin fram tað uppskot, at stuðulin úr Danmørk skuldi minkast niður í einki eftir tjúgu árum. Hetta uppskot fall. Tað er tí ikki okkara flokkur, sum hevur ábyrgina av, at vit framvegis fáa danskan stuðul.

Sum tit løgdu til merkis, so fór Nýtt Sjálvstýri til fólkatingsval uppá at hann ikki fór at taka við donskum stuðli fyri hvørja atkvøðu sum hann fekk til valið. Eg bjóðaði mær til at koma upp í flokkin um so var at hann rindaði aftur til danska statin tann stuðul, sum hann hevði fingið. Hesum tók flokkurin undir við, og er hann tí nú fremst í sjálvstýrisstríði okkara.

Tað er mær tí ein heiður at vera við í hesum flokki, og ynski mítt er, at vit megna at røkka fram á mál okkara: at fylgja okkara arvastreingi og vinna okkum sjálvstýri.

Zakarias Wang.