Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Onga ávirkan á tunnilsarbeiði á Hvítanesi

Varaborgarstjórin í Havn, Jógvan Arge, greiðir í miðlunum frá um vega- og tunnilsgerð á Hvítanesi, at ongin kann gera vegir ella tunnlar uttan graviloyvi frá kommununi. Tá hetta ikki hevur verið fyri á býráðsfundi illgitir hann, at her ruggar neyvan alt rætt, tí Tórshavnar býráð ikki letst um vón.
 
Eg skal upplýsa Jógvani Arge, at Tórshavnar kommuna er hvørki eftirspurd um linjuføringina, ið almenna tunnilsparafelagið nú hevur stungið út í kortið, ella í sambandi við loyvi til at fara undir tunnilsverkætlanina so tætt upp at bygdum øki, sum talan nú er um.
 
Eg undri meg eins nógv og Jógvan Arge, at ein so stór verkætlan kann fara í gongd, uttan at avvarðandi kommunali myndugleikin, sum er býarskipanarmyndugleiki og byggimyndugleiki, er eftirspurdur, men eg má bert staðfesta, at so er.
 
Løgtingið hevur eftir øllum at døma samtykt eina tunnilslóg, ið gevur almenna tunnilsfelagnum so víðar heimildir, at hildið verður ikki, at neyðugt er við loyvum frá kommunalu myndugleikunum til at fara í gongd við verkætlanina. Hetta er í sjálvum sær álvarsamt, og eingin ivi er um, at hetta setir rættartrygdina hjá bæði borgarum í økinum og eisini kommunala virkisførið undir stórt trýst.
 
Vanliga ganga vit út frá, at landsmyndugleikarnir ikki byggja vegir í kommununi ella fara undir størri verkætlanir her, uttan at kommunan er tikin við uppá ráð. Tað hevði verið rætt og rímiligt og góður fyrisitingarsiður bæði at kunna um og samskipa hetta arbeiði við Tórshavnar kommuna – bæði sum her á Hvítanesi og í mun til hin tunnilin til Sandoynna, ið eisini kemur upp í Tórshavnar kommunu. 

Hetta er tó ikki gjørt í hesum føri, og fari eg sjálvandi at taka hetta upp við avvarðandi myndugleikar.
 
Tað tykist ikki rætt, at løgtingið við serlóg gevur einum partafelag, sum í veruleikanum er landið sjálvt, so víðar heimildir, at allar vanligar fyriskipanir um býarplanlegging, kunning og hoyring eru settar úr gildi.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri