Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óneyðugt at tyngja búskapin við lántøku

Meirilutin í Tórshavnar Kommunu hevur á býráðsfundið í kvøld samtykt at læna 50 milliónir krónur til gjaldførið hjá kommununi.

Ein púra óneyðug avgerð, sum tyngir privatbúskapin hjá einstaka borgaranum.

Gjaldførið burtur!

Soleiðis skrivaði eg í november í fjør um búskapin hjá Tórshavnar Kommunu tá meirilutin í býráðnum júst hevði samtykt fíggjarætlanina fyri 2012:

“Viðvíkjandi búskarligu gongdini hjá Tórshavnar Kommunu kann nú staðfestast:

 - at inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2012 hækka við 35 mió. kr.

- at rakstrarútreiðslurnar hækka við 4,6 mió. kr.

- at íløgurnar hækka við 30 mió. kr.

- at útreiðslurnar til fyrisitingina hækka 2 mió. kr. og verða nú 73,6 mió. kr.

- at rentur og avdráttir nú árliga svara til eitt heilt skattaprosent – talan er um 29 mió. kr. á fíggjarætlanini

 - at langfreistaða skuldin veksur skjótt, og verður einar 230 mió. kr. við ársenda næsta ár – ein stórur vøkstur síðan 2008

- at tøki peningurin hjá kommununi – gjaldførið – er burtur”

Onkrar smávegis broytingar eru hendar síðan, eitt nú verður lániskuldin nú mett av verða umleið 214 milliónir krónur við ársenda 2012, og at inntøkurnar hækka við uml. 20 mill.kr..

Óneyðugt at tyngja privatbúskapin

Mín boðskapur er krystall-klárur: Eg vil lækka skattaprosentið, og harvið styrkja um privatbúskapin hjá skattgjaldaranum, so vit aftur fáa barnafamiljur at flyta til skulu hava fólkavøkstur aftur.

Meirilutin, sum ræður fyri Tórshavnar Kommunu, hevur við nýggjastu lántøkuni gjørt tað dýrari at búgva í Tórshavnar Kommunu. Tað er ikki meira enn umleið eitt hálvt ár síðani, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi avgjørdu at hækka gjaldið til eitt byggiloyvi við 65.000 krónum – úr umleið 24.000 heilt upp í 89.000 krónur – ein púra vitleys hækkan av einum brúkaragjaldi, ið er neyðugt hjá øllum, ið ynskja at byggja hús.

Hvussu fáa vit fólk at flyta til høvuðsstaðin? Er tað við at hækka skattaprosentið, hækka prísin fyri eitt byggiloyvi við 65.000 krónum og læna til gjaldførið og harvið tyngja um privatbúskapin hjá fólki?

Nei, hetta skapar ikki gróðrarlíkindi fyri fólkavøkstri – tvørturímóti!

Tað skal vera gott og bíligt at búgva í Tórshavnar Kommunu. Vit eru ein væl útbygd kommuna við nógvum góðum tilboðum til okkara borgarar – nú er bert eftir at fáa fólkavøkstur, og tað gera vit við at stimbra privatbúskapin hjá fólki við at lætta um fíggjarligu byrðarnar – eitt nú við lægri skattaprosenti.

Annfinn Brekkstein,

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin