Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólógliga í kríggj

Nú fara vit enn einaferð ólógliga í kríggj!

Tað er forsætisráðharri Danmarkar, sum hevur boðað frá, at vit fara í kríggj í Sýrialandi.

Hvør er heimildin til at draga okkum upp í hetta kríggið?

Danir hava sjálvir samtykt tann sambandssáttmála, sum ásetur reglurnar fyri samstarvið okkara millum. Hesin sáttmáli sigur greitt, at vit eru javnbjóðis partar, og at vit báðir skulu vera samdir um at fara í kríggj.

Fyri at forsætisráðharrin kann leiða okkum út í kríggj er tí neyðugt at vit fyrst samtykkja at vera við. Tað eru vit ikki sloppin, og tí er kríggið ólóglig.

Tann týski herovastin Moltke vann trý kríggj og fekk Týskland sameint. Hann segði tá: “At beginna eitt kríggj er lætt. Problemið er bara, at tað er óvist hvussu tað endar”.

Hesi sannleiksorð kunnu vit hava í huga í hesum døgum, tí vit hava als onga trygd fyri, at vit sleppa snikkaleys burturúr, um vit tapa tað ólógliga kríggj, vit fara at vera við í.

Zakarias Wang