Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll vóru vinnarar í innovatión

Í gjár varð úrslitið av kappingini í innovatión hjá næmingum í Eysturskúlanum avdúkað. Borgarstjórin Heðin Mortensen handaði vinningarnar og segði í tí sambandi, at tað gleddi hann at vera við til hetta tiltak og at hava hoyrt um allar nýskapandi verkætlanir, sum næmingarnar høvdu lagt so dugnaliga fram.

- Tað hevur stóran týdning, at vit sum kommuna framhaldandi stimbra undir menningina og trivnaðin í okkara býi, har vit øll, ung sum eldri, kunnu geva okkara íblástur.

- Tað er áhugavert og týdningarmikið at hoyra, hvat tað er, sum tit næmingar halda vit vanta ella kunnu betra um í okkara høvuðsstaði. Havnin hevur tørv á borgarum sum tykkum, og tað hevur stóran týdning, at vit eisini hoyra tykkara rødd og hugsanir, so vit fáa at vita, hvat tit hugsa um okkara bý og hvat tit halda kundi verið betri.

- Vit í Tórshavnar kommunu eru fegin um at vera ein partur av hesum tiltaki. Fegin um, at tit hava gjørt gagn av Hugskotinum – sum er Nýskaparhúsið í Tórshavnar Kommunu, har tit hava fingið tykkum hollan stuðul, og vit eru eisini fegin um, at tit hava nýtt Reinsaríið sum karm um undirvísingina.

- At tit í Eysturskúlanum hava skil og hegni fyri innovatión, ja, tað sást eisini aftur, tá tit í ár vunnu prísin ársins viðurkenning á “Ársins Íverksetaradegi” - og tit hava tí stórt rós uppiborið.

- Aftanfyri góðar verkætlanir finnast eisini eldsálir. Tað eru Ingi á Smið og Peter H. Niclasen, sum standa aftanfyri verkætlanina, at fáa innovation og íverksetan inn um skúlagátt - og eru tað hesar eldsálir, sum saman við stýri og skúlastjóra virka fyri at tit í Eysturskúlanum hava so gott hegni í sambandi við innovatión og íverksetan.

- Tað hevur stóran týdning, at birt verður undir skapanaðarhugin á ungum árum, og at kveikja hugin í børnum og ungum, at tey kunnu gerast íverksetarar og kunnu skapa sítt egna starv, tá tey gerast vaksin. Og hvør veit – kanska er ein framtíðar uppfinnari millum næmingarnar, sum eru her í dag.

- Til síðst vil eg veita eina stór tøkk til tykkum øll í Eysturskúlanum – skúlastýrið, skúlastjóra, lærarar og næmingar, at tit hava tikið stig til og tikið so væl ímóti innovatión og íverksetan, og at tit síggja hetta sum ein týðandi part av tykkara undirvísingarumhvørvi.

- Í okkara høpi eru tit øll vinnarar, segði borgarstjórin at enda í røðuni fyri næmingunum.

Vinnandi bólkarnar gjørdist 6.B við hugskotinum um eitt rullutak yvir gongugøtuna í miðbýnum. Luttakarar í bólkinum vóru Bára Dam, Janus Poulsen, Ása Hansen og  Anna Birna Bjarnastein Restorff. Hin vinnandi bólkurin gjørdis 9.B við hugskotinum um konseptið Livandi løtur á Skansanum. Í bólkinum vóru Pætur F. Joensen, Brestir Bjarnastein Restorff, Judith Eyðunsdóttir og Helena M. Old.