Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Rúni Thomsen/Landsverk ©

Øll vóru glað, uttan Olivur...

"Sonur Olivur fortaldi fyri mær, at ein gamal maður í Trongisvági hevði sagt fyri sær at tá tunnilin var liðugur í 1963 vóru øll glað, uttan Olivur, tí hann ikki fekk vegin longur niður í Dalin. Hesin tunnil hevur haft eina langa tilgongd...", segði Kristin Michelsen, m.a. í røðuni í samband við fyrsta skotið til Hvalbiartunnilin

Nýggjársdag í ár ríkaði Várharra stóran part av Suðuroynni við eini grind, ið var komin inn á Trongisvágsfjørð, ið nógv húsarhald í Suðuroynni fingu stóra gleðið av, men vallað var fyrsti bitin komin niður um barkakílið, tá jeg fekk skriv frá løgmanni Aksel V. Johannesen at jeg var ekskluderaður úr javnaðarflokkinum, eftir kravið frá øllum lokalfeløgnum í landinum, íroknað bæði feløgini í Suðuroynni, umframt lokalar kreftir her úr bygdini og sjálvari háborgini Tvøroyri, hesa ekskludering staðfesti so starvsnevndin eisini, men lat tað fara.

Undangongumaður í sínari tíð fyri at fáa tunnil millum Hvalba og Trongisvág, ið bleiv tikin í brúk í 1963, var lærarin her í bygdini, og eisini limur í sóknarstýrinum Olivur Schrøter. Olivur vildi hava vegin frá tunnilsmunnanum longur niður í Dalin, men hetta fekk Olivur ikki undirtøku fyri, tí liggur vegurin so høgt í dag. Sum sagt Olivur tapti stríðið um at flyta vegin longur niður í Dalin. Olivur bleiv róptur svakur bæði av bygdamonnum og politikarum úr Havn. Undirtøkan her í bygdini var heldur ikki so stór til at fáa tunnil, tí fór Olivur í Javnaðarflokkin og fekk har stóran stuðul til at gera tunnil, men hvørki Olivur ella Javnaðarflokkurin megnaðu at fáa vegin longur niður í Dalin.

Sonur Olivur fortaldi fyri mær, at ein gamal maður í Trongisvági hevði sagt fyri sær at tá tunnilin var liðugur í 1963 vóru øll glað, uttan Olivur, tí hann ikki fekk vegin longur niður í Dalin.

Hesin tunnil hevur haft eina langa tilgongd , hann hevur verið frammi í nógvum valstríðum, men ongantíð komin á mál,  nú haldi jeg at ogur kunnu siga ” nú vendist ikki aftur ” við hesi verkætlan. Ogur síggja hvat lagnu Fámjinstunnilin fekk, og høvuðspersónarnir aftanfyri tað ráðagerð tað vóru míni egnu í Javnaðarflokkinum. 24. apríl í 2018 síðsta dag Løgtingi var saman áðrenn farið var í summarfrí, var púra greið semja millum løgmann, Helenu Dam á Neystabø tingbólkaforkvinna, Henrik Old, landsstýrismaður, Jónleif Johannesen og Kristin Michelsen, at aftaná summarferiuna 2018 skuldi tunnilstoymið byrja at grava til Fámjin, tí tá vóru maskinur og øll loyvir frá mynduleikanum komin uppá pláss. Semja var eisini um at Henrik Old skuldi geva Landsverk boð um at byrja uppá linjuføring og fáa  ognaraviðurskiftini uppá pláss til tunnilin til Dals, men her stungu øll hesi fólk Fáminingar í ryggin, og eftir fylgjandi somuleiðis Heðin Morensen. Tunnilin til Fámjin hevði ídag verið liðugt boraðu ígjøgnum um ogur høvdu hildið ogum til avtalaðu frá 24. apríl 2018.

Fíggjarlógin fyri 2019 varð endaliga samtykt við triðju viðgerð út á náttina til 19. december 2018, og har var Hvalbiartunnilin við, men sama kvøld varð eisini reist misálit á Landsstýriskvinnuna Rigmor Dam í samband við byggingina av Glasir, og tað dugdi jeg at rokna út, atkvøddi jeg fyri misáliti á Rigmor Dam, so var vandi fyri at val varð útskrivað, og so var vandi fyri at Hvalbiartunnilin enn einaferð var skotin langt út, tí atkvøddi jeg ikki fyri misálitið á Rigmor Dam, tøkkina fyri tað, hana fekk jeg aftur í gráum kolskinni frá mínum floksfelagaum.

Latið ogum nú fegnast. 14 mei síðsta ár, var hátíðardámur, nógv fólk var komið saman her á leiðini í samband við at Allon Næs og Dánjal av Rana, menn væl omanfyri tey níti settu spakan í fyri arbeiðsvegnum. Evald Kjølbro táverandi landsverkfrøðingur talaði, somuleiðis Janus Thomsen borgarstjóri í Hvalba, og Anita Vibergsdóttir virkandi borgarstjóri fyri Tvøroyri, sagt varð millum annað í røðunum at nú hómaðist ein glottið, men fíggjarlógin var ikki samtykt.

September 2018 bjóðar Landsverk arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenningt at bjóða uppá bygging av nýggjum Hvalbiartunnli, nú nærkast, eitt vet nærri veruleikanum.

19 december 2018 verður fíggjarlógin fyri 2019 endaliga samtykt, nú er Hvalbiartunnilinb endiliga veruleiki.

20 december 2018 bjóða 2 feløg, ið eru undangóðkend uppá Hvalbiartunnilin.

Tilboð koma inn síðst í januar 2019.

14 mars 2019 verður sáttmálið undirskrivaður við Articon um ger av Hvalbiartunnlinum uppá 2,5 kilometrar, og 2,3 kilometar veg í Hvalba og 0,9 kilometrar veg í Trongisvági. Ogur vita hvussi nógv skjótari Articon gjørdi Viðareiðistunnilin enn roknað varð við.

Tað er hugaligt at síggja so nógv fólk vera komi saman her ídag, til at fegnast um hesa verkætlan, ið nú byrjar av álvara, sleppa frá at hugsa um kolavegin, storm, kava og mjørka.

Sum borgarstjóri fyri Tvøroyri fegnist jeg um hesa verkætlan, og at hon nú endiliga er veruleiki. 
Samstarvið millum grannabygdirnar Tvøroyri og Hvalba hevur altíð verið fyrimyndarligt á øllum økjum, og vóni jeg at hesin nýggji tunnil fer at knýta bygdirnar enn tættari saman. Í Hvalba hava ogur eitt ríkt og sterkt vinnulív, ið er í tøttum samstarvið við vinnulívsmennirnar á Delta á Tvøroyri, sum fara at fáa stóra gleðið av hesum nýggja tunnlinum.

Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna hava gjørt avtalu við Landsverk um avlopsgrótið úr tunnlinum, og her ætlar Hvalbiar kommuna at gera brúk av hesi gróti til at gera nýggjan stóran bátahyl, her er upplagdur møguleiki við samstarvi millum grannabygdirnar. Tað hevur anga av lívið á keiuni á Hamranesi síðan tíðliga í vár, her rógva bátar út úr allari Suðuroynni, tað er sum á Eiði tá várróðurin er uppá tað besta.

Latið ogum standa saman her í Suðuroynni, maskinurnar skulu ikki av oynni aftur fyrenn Fámjinstunnilin er skotin ígjøgnum, og fáa sett enna meira ferð á tunnil millum Suðuroynna og meginlandið, tí ogra farleið ogra landsvegur Smyril eldist dag frá degi.

Mín partur hevur so ikki ligið eftir í samband við Hvalbiartunnilin, jeg varð valdur fyrstu ferð á Løgting 12 november 2011, sama kvøld segi jeg at Hvalbiartunnilin hevði mína fyrstu raðfesting, bleiv skýrdur av fleiri fjølmiðlum at vera vargur, og at vera orsøkin til at Javnaðarflokkurin ikki kom aftur í samgongu við Sambandsflokkin. Varð aftturvaldur á Løgting 1 september 2015, hevði aftur sama krav, Hvalbiartunnilin fyrsti raðfesting, og nú er Hvalbiartunnilin veruleiki, men tað hevur kosta mær og familjuni nógv, men jeg eri fegin at tað nú er komið á mál.

Tøkk at tygur møttu so nógv, tøkk at tygur lýddu á, og framhaldandi góðan dag.

Kristin Michelsen
Borgarstjóri og løgtingslimur

Myndir: Rúni Thomsen/Landsverk ©