Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll børn í Føroyum hava sama virði

(Svar til Aksel V. Johannesen og Kringvarp Føroya).

Í sendingini “Breddin”, sum Kringvarp Føroya sendi týsdagin, var málið um barsilsgjald til samkynd viðgjørt.  Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sum var gestur í sendingini, segði, at tinglimir hjá samgonguflokkunum halda ikki, at børn hjá samkyndum hava sama virði sum onnur børn. Journalisturin “rættaði” hann og segði, at okkurt undantak er – altso – ein óheftur journalistur segði, at bara onkur í samgonguni (okkurt undantak) heldur, at øll børn í Føroyum hava sama virði.

Hetta er langt úti, og má átalast. - Ikki tí - tað er ikki óvanligt, at kjak um mál av hesum slagnum fara av sporinum, og sjáldan røra tey við sjálva kjarnuna í málinum. Tí geri eg nú eina roynd at greiða frá, hvat málið snýr seg um:

Øll børn fáa 52 vikur saman við foreldrunum
Hvørjaferð eitt barn verður føtt í Føroyum, so fáa foreldrini barsilsfarloyvi við løn í 52 vikur. Tað er bæði galdandi fyri hinskynd, samkynd og støk.

Har tað eru tvey foreldur, fær mamman 14 vikur, pápin 4 vikur, og 34 vikur kunnu tey sjálvi býta ímillum sín.

Tá ið eitt foreldur, mamma ella pápi, er einsamalt við barninum, hevur tað foreldrið rætt til allar 52 vikurnar.

Samkyndar mammur fáa eisini 52 vikur
Í sambandi við málið sum liggur í løgtinginum í løtuni, og sum fær nógva umrøðu í miðlunum, verður sagt, at vit skulu hugsa um børnini. Har eri eg samdur. Øll børn eiga at hava sama rætt til at hava annað av foreldrunum heima tær fyrstu 52 vikurnar – og tann rættin hava øll børn í Føroyum í dag.
Einasti munur er, at har sum tað er ein pápi, fær mamman í mesta lagi 48 vikur heima, tí pápin eigur tær 4 vikurnar. Har sum eingin pápi er, fær mamman allar 52 vikurnar.

Foreldrarætturin er avgerandi
Tað sum er serligt við samkyndum kvinnum er, at av tí at tann kvinnan sum livir saman við mammuni, ikki hevur foreldrarættin til barnið, fær hon ikki pápakvotuna. Men mamman fær hinvegin pápakvotuna lagda afturat sínum parti.

Barnið hjá tí samkyndu mammuni fær tí – eins og øll onnur børn í Føroyum – 52 vikur saman við øðrum av foreldrunum.

Tá talan er um ættleiðing, eru samkynd í júst somu støðu sum øll onnur. Tá fáa báðir partar foreldrarætt og tað gevur øll rættindi sum foreldur eiga.

Málið snýr seg ikki um virðið á børnum
Tað er tí heilt burturvið, tá Aksel V. Johannesen og Kringvarpið siga, at samgongufólk halda, at børn hjá samkyndum ikki hava sama virði sum onnur børn. Málið snýr seg ikki um virðið á børnum, men um hvør skal hava rættin til 4 av teimum 52 vikunum, sum øll børn fáa.

Frá tí at hjúnabandslógin bleiv broytt og til undanfarna samgonga fór frá, gingu meira enn trý ár, so tey høvdu ríkiliga góða tíð at broyta hesi viðurskiftini, um tey hildu tað vera neyðugt - men tey gjørdu tað ikki.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður