Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oljuráðstevna varpar ljós á framtíðar leiting og oljuvinnu í Føroyum

Týsdagin 4. juni verður skipað fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan fer at varpa ljós á oljuleitingina á føroyska landgrunninum við serligum atliti til framtíðina.

Tíðindaskriv:

Flestu okkara munnu vera samd um, at oljuvinnan hevur verið eitt jaligt íkast í føroyska búskapin á ymsan hátt. Virksemið á føroyska landgrunninum hevur givið væl fíggjarliga, fleiri fyritøkur eru nú virknar í oljuvinnuni úti í heimi, og nógvir føroyingar hava fingið góð størv í vinnuni. Tað er tí umráðandi, at vit byggja víðari og menna hesa gongd.

Seinastu góðu 10 árini eru boraðir sjey brunnar. Tann áttandi verður boraður liðugur í næstum. Olja og gass eru staðfest í undirgrundini, tó at einki lønandi fund enn er gjørt. Samanborið við onnur leitiøki um okkara leiðir, má sigast, at talið av leitibrunnum við Føroyar er sera lítið. Skulu vónir vera fyri at gera lønandi fund, er tað tí sera umráðandi at fáa oljufeløg at bora fleiri brunnar á landgrunninum komandi árini. Blómandi oljumenningin í grannalagnum vestan fyri Hetland er eitt gott dømi um, hvat veruliga kann koma burtur úr størri og miðvísum leitivirksemi.

Støðan í dag er tann, at umframt at skula bora tann áttanda brunnin lidnan, skal enn ein leitibrunnur borast í næstu framtíð.

Her er talan um sera stórar íløgur, sum oljufeløgini Statoil, ExxonMobil, Atlantic Petroleum, Dong og OMV hava sett sær fyri at gera, og úrslitini av teimum kunnu gerast eitt týðandi grundarlag fyri víðari menning á føroyska landgrunninum.** Hvussu vit gera hetta eigur at vera partur av eini komandi ætlan fyri framtíðar leiting, tí tað eru ikki fleiri leitibrunnar á skránni enn hesir báðir. Sum er, standa verandi loyvini á landgrunninum til at ganga út um hálvt annað ár. Hetta er ein avbjóðing fyri Føroyar og oljuleitingina her. Tað er millum annað hendan avbjóðing, sum verður sett á dagskránna á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum tann 4. juni.

Á ráðstevnuni fara Petur Joensen og Heri Ziska frá Jarðfeingi at greiða frá oljutilgondini – leitingini higartil og framtíðar møguleikum á landgrunninum og leiklutinum hjá føroyskum ídnaði.

Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, fer at tosa um komandi boringar á landgrunninum og framtíðina á Atlantsmótinum og í Norðuratlantshavi. Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum, fer at umrøða framtíðar føroysku oljuvinnuna. Eisini fer Árni Olafsson, sum í mong ár hevur havt ein týðandi leiklut í føroysku oljumenningini, at gera støðuna upp og seta út í kortið.

Spurningurin er eisini, hvat føroyingar kunnu læra av okkara grannum á oljuøkinum. Fyri at lýsa gongdina og royndirnar hjá okkara næstu oljugrannum, Bretlandi og Noregi, fara umboð fyri bretska og norska oljuvinnu og myndugleikar at hava framløgur. Hesi eru Malcolm Webb, forstjóri í Oil & Gas UK, Nicolas Loizou, leiðandi jarðfrøðingur hjá DECC í Bretlandi (Department of Energy and Clima Change), Gro Brækken, forstjóri í Norsk Olje og Gas og Kari Ofstad, leiðandi jarðfrøðingur hjá NPD (Norsk Petroleums Direktorat).

Hesi fýra fara at greiða frá oljuvinnuni sum heild, umframt at serstakur dentur verður lagdur á at lýsa leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland.

Á ráðstevnuni verður eisini skipað fyri einum pallborðsorðaskifti um framtíðar leitingina og leiklutin hjá føroyskari oljuvinnu. Við pallborðið sita fleiri av útlendsku gestunum og umboð fyri føroyskt oljuvinnulív.

Á ráðstevnuni luttaka føroyingar, sum arbeiða í oljuvinnuni, politikarar og umboð fyri myndugleikar, stovnar og feløg umframt umboð fyri útlendsk oljufeløg. Málið verður enskt.

Johan Dahl, vinnu- og oljumálaráðharri fer at seta oljuráðstevnuna. Tað er FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, ið umboðar tey sjey oljufeløgini, sum hava leiti- og forkanningarloyvi í Føroyum, sum er stigtakari og fyrireikari av stevnuni.