Oljuprísurin rakar føroyskar familjur meint
Formaðurin hjá Sjálvstýrinum, Sámal Petur í Grund, er nú úti við einum ynski um at økja brennistuðulin til pensjónistar.
Tað er púra rætt, at nógv húski verða illa sperd av stóru eykarokningunum frá oljufeløgunum. Hetta er steinur oman á byrðu saman við nógvum øðrum príshækkingum, ið m.a. eru skaptar av krígnum í Ukraina. Men eisini hækkaðu prísirnir á mjólk við 4,5% í februar. Tá slíkar neyðsynjarvørur verða raktar, rakar tað eisini gerandidagin hjá flest øllum.
Nógvar familjur eru hart búskaparliga spentar í løtuni.
Og tað eru ikki bara pensjónistar, ið hava trupulleikan. Tað er ikki rætt at skera aldursbólkar yvir ein kamb, tí eins og tað finnast nógvir vælbjargaðir pensjónistar, finnast tað eisini barnafamiljur, ið bara so dánt klára seg. Barnafamiljur hava jú sera stórar útreiðslur til alt møguligt.
Tí hevði verið betri at málrætta stuðul til tey fólk, ið veruliga hava tørv, bæði eldri sum yngri.
Stuðul til umlegging og bjálving
At stuðla upphiting av bústaðum kann gerast neyðugt upp á stutt sikt. Men í grundini høvdu pengarnir verið betri brúktir til at stuðla familjum í at lækka orkunýtsluna umframt at skifta yvir til meira effektivar orkuloysnir.
Stuðul til bjálving og stuðul til íløgur í nýggja hitaskipan hevði verið gagnlig fyri bæði umhvørvi og familjur upp á longri sikt.
Men sjálvandi mugu vit taka hond um tey, ið koma í klemmu av vaksandi útreiðslunum upp á stutt sikt. Tað eina útilokar ikki hitt.
Tvær flugur við eitt smekk
Tað er freistandi at finna gamlar loysnir upp á trupulleikar, sum íkoma. Men fyri at fáa sum mest fyri pengarnar eiga vit politikarar eisini at hugsa í heildum. At familjur koma í fíggjarliga trongstøðu, er ein trupulleiki, ið má loysast. Men tað merkir ikki, at umhvørvistrupulleikarnir kunnu gloymast.
Heldur eiga vit at velja snildar loysnir, har vit bæði stuðla familjum og umhvørvinum í sama viðfangi. Tað ber til, um mann brúkar vit og skil.
Upp á enn longri sikt haldi eg, at fluktuatiónirnar í oljuprísinum bara pensla tað enn týðiligari út, at vit mugu gera okkum minni bundin at oljuni. Hetta er ikki bara ein umhvørvisspurningur, men eisini ein búskaparligum spurningur og sanniliga eisini ein trygdarspurningur.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin