Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óljóð hjá Einglunum

Tað var við blandaðum kenslum, at ein fylgdi við einglunum. Teir gera eins og strussurin, stinga høvdið niður í sandin. Í sandinum hava teir so ein radara, har onnur heldur vildu brúkt ekkolod ella sonar. Børn halda fyri eyguni og mæla: ”Eg síggi ikki teg, tit síggja ikki meg”

Vit fingu at vita, at eingin hevði skrivað kritiskt um Eik gøluna uttan bara Dimmalætting. Men ikki fyrr enn í 2010, men var tað ikki júst Oyggjatíðindi, sum skrivaði um, at Eik Dk hevði fíggjað ein horukassa uttan trygd? Og var tað ikki longu skrivað 4. Desember 2009!

Er tað ikki eisini rætt, at einglarnir við Jan Lamhauge, løgdu eftir borgarstjóranum í Tórshavn, tá trý børn doyðu í einari vanlukku. Men hetta var ikki journalistisk viðgerð, men partur av einari hetz. Tað er eisini almenn vitan, at politiski Samuelsen klanurin ikki vildi lova Heðin Mortensen, á ting, og tey hata hann enn?

Næsta dømi í samband við Eik var um ein dómara, sum skuldi í nevndina í Eik. Hann hevði verið á strategifundi í Føroyum í 2006. Hann varð tó skuldsettur fyri svik. Hvør skrivaði um tað í Føroyum? Einglarnir ella Oyggjatíðindi? Oyggjatíðindi skrivaði um dómaran, 21. Mai 2010. Onkur royndi at siga, at hann ”ikke var en rigtig dommer”, og hvør royndi so at lúgva í bøtuflaka fyri tað? Einglarnir ella Oyggjatíðindi?

Sjálvur segði dómarin um tíðina í Føroyum, sum Oyggjatíðindi endurgav úr donskum miðlum: »Jeg betragter Færøerne som mit andet hjem. Jeg kom der op til en meget udfordrende stilling som fungerende dommer i en meget ung alder...”

Tá blaðstjórin er dømdur fyri at endurgeva onnur, ferð eftir ferð, og endaði í geglinum fyri úttalilsi hjá øðrum, var hann knappliga til. Men tá ið hann annars er til arbeiðis, er hann ikki til. Hatta er ein løgin hugsunarháttur. Hvør hevur arbeitt seriøst við morð-gølunum, sum herja landið? Einglarnir, teir hava runnið aftaná maktini, sum vant.

Bókin “Skjót journalistin” var eitt samankók av greinum, sum høvdu staðið í Oyggjatíðindi, og journalisturin var Dan Klein, og ikki Winthereig ella Magnussen.

Einglarnir bóðu um innlit frá Føroya Landsstýri og fingu tvey Oyggjatíðindi frá 1997 sendandi eftir kanti í høvdið, sjálvt hetta fekk teir ikki at vakna. Málið var liðugt í hinari øldini. Tey skuldu lúgva Jørgen Niclassen úr landsstýrinum, men sjálvt tað duga tey heldur ikki. Hóast tey lúgva hvønn einasta dag, sum ein partur av lygnini hjá valdinum.

Finnur Helmsdal, sáli, segði, at einglarnir ikki vildu vita av at Oyggjatíðindi var til, men tað var fyri at rættvísisgera teirra egna dugnaloysi. Tí gera tey sum strussurin og stinga høvdið niður í sandin.

Er tað nakar, sum var í songini hjá Eik banka, so vóru tað hesir somu einglar, sum gera eina miseyðnaða roynd at “hoppa yvirum”. Men tað eydnaðist ikki. Helst er tað flogið, sum ikki riggar niðri í sandinum.

-credo