Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oljan er funnin

Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt svatuna um, at olja er funnin, men ikki í rakstrarverdum nøgdum. Sannleikin er hinvegin tann, at føroyska oljan langt síðani er funnin í rakstrarverdum nøgdum, men verður snildisliga førd frá føroyskum øki, og sogin upp í donskum øki, skrivaði Oyggjatíðindi 12. oktober 2012:

Tað eru nógv ár síðani, at keldur í Kanadisku oljuvinnuni vistu at siga fyri Oyggjatíðindum, at Føroyar lógu á einum gigantiskum lumma av olju, sum bara lá og bíðaði eftir at verða tikin upp. Og byrjað var at taka oljuna upp fyri fýra árum síðani.

Flestu føroyingar minnast seansuna í donsku Nyhavn- barrini, har m.a. Atli Dam, Svend Aage Ellefsen og aðrir sótu og reypaðu um, at Poul Schlútter-stjórnin endiliga var komin uppá aðrar tankar, og hevði latið føroyingum ognarrættin yvir undirgrundini, og harvið yvir oljuni.

Ein føroyingur, sum hevur fylgt neyvt við á hesum økinum hevur funnið útav, at danir flenna tjúkt eftir føroyingum, og tað var ikki uttan orsøk, at teir boðaðu frá, at metingarnar um, at minni olja var í Norðsjónum, ikki kom at halda, men at tað knappliga vóru munandi størri nøgdir at fáa upp úr undirgrundini.

Teir hava snøgt sagt bara sett ”sugurrør” í, og súgva nú føroyska olju upp, sum teir snildisliga fáa umvegis føroyska markið, sigur keldan, sum vil vera dulnevnd av ótta fyri lívinum. Av tí sama hevur keldan tryggja seg við at leggja tilfar inn til Wikileaks.

Tað er eftir hondini nógv ár síðani, at eitt sokallað rørkartell fekk eina bót uppá 700 milliónir í EU dómstólinum. Journalisturin, sum avdúkaði kartellið, er, saman við kartel- stjóranum, bukseraður inn undir danska umsiting, í sokallaða Videnskabsministeriet. Líka til tað bleiv avdúkað og broytt, vóru innskrivaðar reglur um, at ávís viðurskiftir kundi ongin fáa innlit í, sjálvt um talan var um beinleiðis lógarbrot.

Journalisturin, sum avdúkaði kartell-svikið, hevði eina heimasíðu við sera avdúkandi tilfari, sum bleiv burtur samstundis sum journalisturin skifti starv.

Her heima skrivaði Jan Múller um eina royndarboring hjá Statoil fyri nøkrum árum síðani.

Hann staðfesti, at borað var ikki so langt niður, sum frammanundan fráboðað, og alt virkaði rættiliga undrunarvert.

Hjá Statoil var bara sagt, at tey høvdu fingið teir upplýsingar, sum tey fóru eftir, og meira var ikki um tað. Men greinin hjá Jan um hesa boring var mett so avdúkandi, at hon varð tikin av netinum.

Seinni fekk eisini hesin journalisturin starv hjá oljufeløgunum.

Oljan er funnin

Okkara kelda, sigur, at oljufelag hevur borað hinumegin markið, til eitt stað millum flagirnar, og hevur síðani sent ”komprimeraða ” ilt upp gjøgnum flágina, og harvið skapt ein tunnil – eitt súgvirør til oljulumma í føroyskum øki, og harvið hevur tað kunnað latið seg gera, at súgva føroyska olju upp uttanfyri føroyskt øki.

Okkara kelda vísir á at talan er um eitt sokallað oljukartell, við fleiri feløgum blandaði uppi í, og tí vil keldan ikki leggja navn til á verandi støði.

Seinasta leygardag var ein sokallaður ”tys-tys” túrur býlagdur við tyrluni til Suðuroyar. Eygleiðarar vistu at siga, at tað vildi ikki verið øðrvísi, enn um talan var um trygdina hjá einum amerikanskum forseta.

Túrurin gekk til Lopra, har fleiri royndarboringar vóru fyri skjótt fleiri ártíggjum síðani.

Fólk, sum fylgdu tyrluni vildu vera við, at í tyrluni sótu tey við myndatólum, og tóku myndir inn og út eftir Vágsfirði, og omanyvir Lopra og umhvørvi rundanum.

Keldur vilja vera við, at talan er um at gera samband sjóvegis til Hetlands.

Oljan er funnin, men føroyingar fáa ikki part av síni egnu olju. Hvussu umfatandi hetta kartelvirksemi er hevur keldan ikki nakað boð um, men sigur, at tað er sera umfatandi, at neyðugt hevur verið við serligum fóðurblandi við haltkjaft- bommum – eisini til serligar útvaldar føroyingar.

Meira um hesa avdúking seinni.