Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óli Breckmann, gjørdist sjálvur ongantíð formaður í flokkinum, sjálvt um hann fekk munin fleiri atkvøður enn Jógvan Sundstein, táverandi formaður.

Óli Breckmann gjørdist ongantíð formaður

Tað hevur verið gjørt nógv burturúr einum brævi, sum Óli Breckmann, fyrrverandi løgtingslimur hjá Fólkaflokkinum, hevur sent til leiðslupersónar í flokkinum. Í brævinum hevur Óli Breckmann, biðið um, at flokkurin skiftir Jørgen Niclasen, út, sum formann. Grundgeving hansara hevur verið, at Annika Olsen, løgtingslimur, fekk nógvar ferðir fleiri atkvøður enn sitandi formaður.

Jørgen Niclasen, hevur svarað, at einki formansval verður undan løgtingsvalinum, og at Óli Breckmann, ikki sjálvur stuðlaði honum at gerast formaður. Breckmann hevur eisini váttað, at hann peikaði á annan persón, men at hann, tá avgerðin var tikin, hevur verið loyalur mótvegis formanninum.

Flestu limirnir í tingmanningini hava síðani verið úti og sagt, at tað er ikki rætt at skifta formann so stutt til løgtingsvalið, og at hetta tí skal bíða. Anniku Olsen hevur nú eisini verið úti og sagt, at hon ætlar sær eftir formanssessinum, men at hetta skal ikki henda fyrr enn aftaná valið.

Eingin veit hví Óli Breckmann knappliga ger hendan vørrin, sum øll eru samd um, skapar kaos í baklandinum, men kravið hjá hesum fyrrverandi, gevur sjáldsama lítla meining, tá sami Óli Breckmann, fekk munandi fleiri atkvøður enn tásitandi formaður, Jógvan Sundstein, og ongin pástóð heldur, at loyaliteturin hjá Óla fylti so nógv tá heldur.

Hóast Óli Breckmann, fekk munandi fleiri atkvøður enn Sundstein, kravdi hann ongantíð formanssessin, men tað var tað heldur ikki nakar annað í flokkinum, ið gjørdi. Óli Breckmann, fekk heldur ongantíð nakrar landsstýrissess, men fekk afturfyri drúgva tíð í Fólkatinginum.