Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavur Thomsen skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Ólav Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla frá 1. august 2015 at rokna. Ólavur Thomsen er 40 ára gamal og býr í Leirvík. 

Hann tók læraraprógv í 2005 á læraraskúlanum í Ribe og starvaðist eftir lokna útbúgving fyrstu árini sum lærari á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tvey tey síðstu árini hevur hann verið skúlastjóri í Vestmanna skúla. 

Ólavur Thomsen hevur tikið skeið í leiðslu á Akademiútbúgvingini á handilsskúlanum, PLET- skeið umframt onnur viðkomandi skeið. Í síni frítíð er Ólavur Thomsen m.a. virkin innan fyriskipan av toymismenning og serstøkum náttúruupplivingum í felagnum NAX – North Atlantic Xperience.

Ólavur Thomsen er settur í starvið eftir at Gerður Ólína Steinþórsdóttir eftir stuttari tíð ynskti at fara úr starvinum.