Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavsøkan er føroyska vørumerkið

Ísland hevur Bláa Lónið. Danmark hevur Lítlu Havfrúnna. Og Føroyar hava ólavsøkuna. Tjóðarhátíð føroyinga eigur at verða marknaðarførd kring Norðurevropa sum mest serstaka árliga hending í Norðurhøvum, ið ferðafólk bara mugu uppliva.

Nýggi stjórin á Ferðaráði Føroya hevur eina visjón um, at størri dentur skal leggjast á at marknaðarføra Føroyar. Hon hevur eisini nevnt, at neyðugt er at fáa greitt fram í marknaðarføringini uttanlands, hvat vørumerkið hjá Føroyum er.

Lítið er at ivast í, at føroyska landslagið er hugtakandi hjá útlendskum ferðafólkum at uppliva. Eisini man veðrið vera ein serlig uppliving, tí tað er so umleypandi. Simon Anholt nevndi, at vert er at gera vart við, at vit í Føroyum hava nógv veður.

Men tann størsta og mest sermerkta hendingin av øllum í Føroyum, sum vit ongantíð hava marknaðarført serliga væl, er ólavsøkan. Hvørt ár síðst í juli vísa vit fram tað besta av politikki, mentan, átrúnaði, ítrótti, undirhaldi, tónleiki og list, men vit boða ikki væl frá tí.

Spyrt tú íslendingar, hvat teir vita um Føroyar, svara teir flestu, at teir hava hoyrt um ólavsøkuna. Nógvir danskarar hava eisini hoyrt um føroysku tjóðarhátíðina, og norðmenn vita, at upprunin til føroysku tjóðarhátíðina er fall Ólavs kongs á Stiklastøðum.

Men nógv fleiri áttu at hoyrt um ólavsøkuna. Føroyingar eiga miðvíst at fara undir at marknaðarføra sína tjóðarhátíð í øllum Norðurevropa sum mest serstøku árligu hending í Norðuratlantshavi. Hetta hevði ment vitanina um Føroyar og fingið fleiri ferðafólk higar.

Føroyar mugu brandast, hoyra vit so mangan sagt á nýmótans máli. Rætt er tað, og brandið hava vit altíð havt – tað er ólavsøkan. Í nýggjari tíð hava vit so fingið upp aftur fleiri góð føroysk vørumerkir, eitt nú G! Festivalin og Summarfestivalin.

Ímynda vit okkum, at vit fara at marknaðarføra ólavsøkuna væl, kundi ólavsøkan verið ment soleiðis, at hon aftrat ólavsøkuaftan og ólavsøkudegi gjørdist ein mentanar- og listahátíð, ið byrjaði 25. juli og endaði 1. august.

Við fleiri mentanar- og listadøgum kring ólavsøkuna hevði verið lættari hjá øllum at vitjað mongu tiltøkini, ið altíð eru á skrá, og sum kundu komið aftrat. Vit høvdu kunnað víst tað besta fram av føroyskum skapanarhugi í eina heila viku.

Og gjørdu vit hetta, hevði verið so skjótt, at ólavsøkan vaks nærum saman við G! Festivalinum og Summarfestivalinum. Hetta hevði verið ein vinningur fyri alt landið. Føroyar høvdu komið á breddan víða hvar, og ferðavinnan hevði tikið seg skjótt fram.

Ferðaráð Føroya, Tórshavnar Kommuna og onnur áhugað eiga beinanvegin at gera eina ætlan fyri, hvussu ólavsøkan og føroyska summarið skulu marknaðarførast. Átakið fer heilt vist at verða bæði høvuðsstaðnum og øllum landinum at frama..

Jógvan Arge,

býráðslimur í Havn

---