Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavsøkan byrjar við Tórshjólinum

Í ár kemur 18 metra høga Tórshjólið at dominera myndina av Skálatrøð, har meira undirhald og fleiri stuttlig tiltøk fyri børnini verða enn nakrantíð áður.

Mánadagin 16. juli verður ein partur av Skálatrøð stongdur, tí Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Ítróttarráð fara undir at fyrireika nógva undirhaldið, sum verður á økinum undan og á ólavsøku.

- Rættiligir býir hava eitt stórt parisarahjól. Tí hildu vit at tað var hóskandi, at eisini føroyingar fingu høvi at royna eitt slíkt á ólavsøku, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Eitt 18 metra høgt hjól er leigað til endamálið. Hjólið hevur fingið navnið Tórshjólið og verður royndarkoyrt tann 21. juli.

Samstundis letur stóra tjaldið hjá kommununi upp við hoppiborgum o.l. tilboðum til børn. So nú ger onki um tað regnar.

Tá ólavsøkan nærkast verður restin av Skálatrøð tikin í nýtslu, soleiðis at alt økið verður eitt stórt paradís fyri børn og barnligar sálir.

Kelda: www.torshavn.fo