Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bergtórur Hjelm Bjerkhamar hevði Ólavsøkugudstænastuna 2018

ÓLAVSØKAN 2018 - valfartaðu til Ólavsøkuna

Dan Klein --- 06.08.2018 - 08:30

Ólavsøkan 2018 er farin afturum í fagrasta veðri, og bæði føroyingar og útlendingar valfartaðu til Havnar at uppliva Ólavsøkuna í ár. 

Kristiliga Tíðindtænastan                    
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: pjd 01.08.18.

Aftur í ár var nógv kristiligt á skránni, sum altið á Ólavsøku. Siðbundnu útifundirnir við  Ebenezerkórinum á Ebenezertrappuni og Frelsunarherinum við Gamla Bókhandil, er eitt satt trekkplástur hjá nógvu Ólavsøkugestunum, sum sýnast at stórnjóta kórsangin hjá Ebenezerkórinum og horntónleikin hjá Frelsunarherinum; í hvussu er hoyrdu vit rapportarnar hjá Kringvarpinum, sum so hjartaliga sungu við í felagssanginum hjá Frelsunarherinum. 

ÓLAVSØKUEVANGELISTAR: Men tað er ikki einans sangurin ið dregur, tí har eru eisini trivaligar evangeliskar røður at hoyra sum t.d. frá teimum báðum Ólavsøkuevangelistunum Svenningi av Lofti og Njál Djurhuus, sum á hvørjum ári vitjar heim úr Oslo til Ólavsøkuna.

Fríggjakvøldið skipaði Svenning av Lofti fyri stórfingnari sangløtu í Ebenezer, har tað varð bæði sungið, vitnað og talað fyri fullsettum hølum. Onkur kundi kanska hugsa, at hetta var eitt slag av upphiting til andaliga aktivitetin á Ólavsøku.   

SKRÚÐGONGA: Eitt, sum vit ikki vildu verið fyri uttan á Ólavsøku er, tá Prestar og løgtingsmenn so prýðiligir ganga skrúðgongu millum Løgtingshúsið og Havnar kirkju, Dómkirkjuna, har teir á hvørjum ári leggja oyra til sálmasang, bíbliutekst og prædiku. 

ÓLAVSØKUPRÆDIKAN: Skipanin í samband við Ólavsøkuprædikuna er soleiðis, at tann elsti av teimum prestunum, sum ikki enn hava hildið eina Ólavsøkuprædiku verður tann, ið skal halda prædikuna. Í ár fall luturin á Hvalvíksprestin Bergtórur Hjelm Bjerkhamar, sum hevur verið prestur í Norðstreymoyar prestagjaldið síðani 2011.

Bergtórur Hjelm Bjerkhamar prædikaði yvir tekstin hjá Jóhannesi evangelisti kapitul 12 og ørindini 24 – 26, har Jesus talar um  hveitikornið, sum doyr og ber ávøkst, og um at avnokta seg sjálvan og fylgja Jesusi. Bergtórur legði dent á takksemi og at minnast hendingaríkar Gudgivnar løtur í okkara lívi. Í hesum sambandi segði hann frá eini søguligari stórhending í Vági í mei mánaða í 1873, tá 13 bátar úr Vági fóru út at fiska ein góðveðursdag. 

BÓRU BOÐ Í BÝ: Ógvusligt illveður brast sum eitt skot á bátarnar, og tað eina seksmannafarið fyltist og hálvdist. Men allir menninir vórðu bjargaðir inn í annan bát. Tey avvarðandi heima í bygdini høvdu mist alla vón um at síggja menninar aftur. Tað tók bátunum 15 tímar at rógva aftur til lands, og deyðamóðir og útlúgvaðir vunnu teir upp land vestanfyri á Vágseiði, har bæði var brim og ódnarveður. Tá fólkið í bygdini, sum ikki væntaði at síggja teir aftur, sá menninar, hugsaðu fleiri, at tey sóu teir í hamferð.

Bergtórur greiddi víðari frá, at tilburðurin hevði so stórt árin á fólkið í bygdini, at tað gjørdist siðvenja, at ársdagin á hvørjum ári, varð takkar- og minnisgudstænasta hildin í Vágs kirkju til minnis um stórhendingina, tá neyðstøddu manningarnar bóru boð í bygd. 

Bergtórur viðgjørdi eisini í prædikuni, hvønn týdning í Kirkjan hevur havt fyri føroysku fólkasálina upp ígjøgnum øldirnar.